Í samrøðuni mánadagin vildi undirritaði vísa á, at landsins myndugleikar eru noyddir at fyrihalda seg til útreiðsluvøksturin.
Men tá D&V 7. apríl velur at klippa bert eitt lítið brot úr samrøðuni, verður boðskapurin sneiddur til bert at snúgva seg um, hvørt tað yvirhøvur kann takast meira inn frá alivinnuni ella ei.
Tað var ikki spurningurin, ið bleiv svaraður uppá mánadagin.
Tann spurningurin er blivin settur fleiri ferðir áður í øðrum samrøðum, har svarið hevur verið, at tilfeingisgjøldini kunnu stillast, og at meira kann fáast inn tann vegin.
Eisini hevur undirritaði víst á, at hetta er eitt evni, ið vit ynskja at greina nærri sum eitt tema fyri seg við íkastum frá fleiri fakfólkum.
Ætlandi verður tað á eini ráðstevnu til heystar.
Poengið í samrøðuni við útvarpið mánadagin var, at tað finst eitt mark fyri, hvussu nógv vit kunnu taka afturat frá fiskivinnuni og alivinnuni, tí mugu vit búskaparfakliga vísa á, at landsins myndugleikar eru noyddir at fyrihalda seg til avbjóðingina við útreiðsluvøkstrinum til bæði rakstur og íløgur, sum vaksa skjótari enn inntøkurnar gera.
Eisini tí at vaksandi talið av eldri borgarum komandi 10 árini vil leggja enn meira trýst á vaksandi almennu útreiðslurnar.
Meira kemur frá Búskaparráðnum um stilling av tilfeingisgjaldinum seinri.
Fróði Magnussen, Formaður í Búskaparráðnum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo