Nú hendi tað aftur: Ódnirnar í Atlantshavinum hava gingið so tættar, sum sjáldan fyrr.
Ja, tær hava næstan bóltað rút vesturi í Atlantshavinum.
Eini 30 ódnir hava síðani í september, leikað í sunnan og vestan fyri okkum, men tíbetur hava ikki so mangar rakt land okkara enn, hóast eitt fís varð nú um vikuskiftið.
Fiskiskapurin eftir toski er minkaður munandi, so tað mesta, sum er at fáa við troli og línu, er hýsa, meðan toskur er lítil og eingin, og fiskiskapurin hjá djúpvatnstrolarum er eisini slakur í løtuni.
Umstøðurnar í stóru heimshøvunum eru nú aftur broyttar, og ávirkar tað fiskikapin á landgrunninum hjá okkum sammett við undanfarnu 3 árini.
El Nino, sum kom í hæddina í 2017, er nú aftur fallin í botn, meðan La Nina hevur yvirtikið soleiðis at Stillahavið er blivið kaldari, og havið um okkara leiðir er blivið heitari, 1-2 stig.
Hetta ávirkar fiskiskapin á okkara leiðum munandi, og nú er aftur sjón fyri søgn.
Eg skal ikki á hesum sinni útgreina meira um hesi bæði fyribrigdini, tí eg havi so mangan umrøtt tey áður. Men ikki hevur verið nógv lurtað, tó nú hoyrist eisini javnan frá grannalondum okkara um hesi fyribrigdi.
Tað, sum eg vil umrøða á hesum sinni, er, hví verða hesi fyribrigdi ikki tikin í álvara, tá tað ferð eftir ferð er staðfest, at tey hava alt at siga, hvussu fiskiskapurin er og blívur á landgrunninum.
Tey ávirka bæði gróður og æti, og harvið tilgongd av fiski.
Fyri árum síðani bleiv avgjørt, hvussu nógv skuldi fiskast av toski komandi árini á landgrunninum, tí vit skuldu hava ein burðardyggan fiskiskap. Hetta skuldi gerast á tann hátt, at javnast skuldi út soleiðis, at vit ikki skuldu taka ov nógv tey góðu fiskiárini, men “goyma” tað til rak-árini.
Vit vóru nakrir, sum mutaðu ímóti aftur hesaferð, men einki hjálpti, tí teir vísu vistu, hvat rætt var.
Eitt mark bleiv ásett og tað skuldi fylgjast. Hetta bleiv jú gjørt eftir eini betri vitan, men uttan at stinga fingurin í jørðin.
Hvussu hevur hetta javningar-eksperimentið so hilnast, og hvat kom burturúr?
Jú, fiskurin, sum skuldi “goymast” til í ár og komandi ár, er ikki at finna!
Hvar er hann farin?
Hann er ikki fiskaður, er hann farin at spæla krógva og blunda?
Nei, tað er verri statt enn so.
Stórur partur av hesum góðu árgangum liggur sløddur eftir landgrunninum deyður í hungri.
Tann parturin, sum ikki náddi inn til kloakk-úttøkini í teimum føroysku havnunum, har teir hava staðið sum neyðardýr síðani í summar og sutlað, til teir doyðu í hungri, av tí at ikki varð nokk til matna til allan henda stóra stovn, sum var við landi í 2017 og 2018 og 19, og sum skuldi “goymast”.
Men hvat?
Loysir tað seg at skriva hetta?
Nei, excel-ørkini ráða, meðan vitan og vísdómur blívur settur til síðis, og teir, sum ásettu kvoturnar, eru fríðspælarar, meðan vinnan liggur í andaleypi.
Politiska skipanin sigur einki.
Teimum tørvar ikki at fylgja við, hvat fyriferst á landgrunninum, teir hava jú laks og uppisjóvarfisk at oysa av, niður í landskassan, so vanligan fisk nýtist teimum ikki at hugsa um.
Men kanska kundi tað hent, at Føroyagrunnurin aftur bleiv hentur.
Tey seinastu 100 árini fram til umleið ár 2000 vórðu í meðal veidd umleið 25-27 túsund tons av toski við Føroyar, tey bestu árini upp til 50 tús. tons og tey lakastu umleið 17 túsund.
Nú hesi seinastu 3 rok-árini, har toskurin hevur rópt neyðarróp um at blíva fiskaður, tí hann doyr í hungri, eru veidd bert 10-12 túsund tons um árið, har tað skuldu verið veidd minst 35 túsund tons um árið.
Tað vil siga, at tað mangla at veiða 30 túsund tons av toski seinastu 2-3 árini.
Hesi tonsini eru ikki komin til sættis, og er tí nú til síðst stórsti parturin deyður í hungri.
Faldar tú hetta við 20 kr pr kg, er tað 600 mill kr.
Hvussu er statt við ráðgeving í samfelag okkaraa á sjógvi og landi?
Krevst ongin ábyrgt, og er eingin sjálvrannsakan?
Føroya Banki
Í omanfyristandandi útrokning er Føroya banki als ikki tikin við, tí har skal haldast fram at “goyma”.
Ein sorgarsøga, sum heldur áfram.
Nú hevur Føroya banki verið hegnaður inni í skjótt 20 ár, hesin bankin, sum oftani var álitið hjá línubátunum vetra-hálvárið, og álitið á summartíð hjá smærri førum.
Tað er ræðandi at hugsa um, hvussu nógv virðir eru mist her øll hesi árini av hýsu, havtasku, longu, skøtu, brosmu, upsa, umframt nakað av toski.
Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit skulu hava ovurveiðu, men at vit skulu røkja okkara fiskastovnar við skili.
Nú vóni eg bara, at fiskifrøðingar og politikarar einaferð með alla hava lært av hesum mistaki, sum aftur er hent við Føroyar hesaferð.
Í 1930 árunum gekk ein skipari á einari slupp, runt á bygd á vetri, og bað manning til skipið hjá sær til vártúrin á Suðurlandið í Íslandi.
Tá hann kom norður til Gjáar, fann hann teir síðstu menninar, sum skuldu manna skipið.
Tað sigst, at tá hann hevði fingið hesar síðstu menninar, og honum bleiv bjóða ein kaffimunn, tá sá onkur tár renna úr eygunum á honum, og spurt bleiv, hvat bagdi?
– “Jú, ansvarið”! (ábyrgdin) svaraði hann. Hann visti, hvat Suðurlandið í 1930 árunum hevði kravt. So tað hvíldi ein tung byrða á skiparanum.
Hvør tekur ábyrgdina í dag?
ICES
Skulu okkara politikarar í framtíðini fara at lata ICES ráða á Føroyagrunninum, hesir sum ikki hava hóming av, hvat fyriferst á grunninum.
Teir nýta bert excel ark til at rokna út, hvat fiskast kann komandi árini, og sambært teirra tilráðing hugsa teir ikki um sjóvarhita ella -kulda, og aðrar umstøður, sum gera seg galdandi á okkara landgrunni.
Tá verður tunnligt hjá skipum og virkjum.
Hetta er sami stovnur, sum eisini hevur ráðgivið Stóra Bretlandi og EF nú í áratíggjur, og har liggja allar størri fiskivinnu-havnir tómar fyri skip, og flakavirkir eru stongd vegna skeiva ráðgeving.
Ei undur í at allir sum høvdu við fiskivinnu í Onglandi og Írlandi at gera, stemmaðu fyri einum brexit, so teir sluppu leysir úr hesum haftinum av ábyrgdarloysi.
Nei, nú skuldu hesir vísmenn komi til Føroyar og sagt fiskimonnum, hvar goymdi toskurin við Føroyar heldur til.
Osmund Justinussen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo