Huddersfield kreyp yvir niðurrykking eftir ein 4-1-sigur heima móti Bournemouth, men tað var nakað heilt annað enn hetta frálíka úrslit sum hyggjarin minnist henda dystin fyri.
Tá ið sjónvarpskameraið zoomaði inn á týska venjaran, brúkti ein leikari á Huddersfield-beinkinum henda møguleika at koyra buksurnar niður og vísa sín javnaldra fyri milliónum av hyggjarum.
Bretskir miðlar skriva at leikarin sum framdi hetta stuntið var eykaleikarin Danny Williams.
Williams hevur ikki váttað hetta sjálvur, men hann fær fleiri viðmerkingar á sínum Instagram profili, sum sæst niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo