Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

HR: Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg eftir væleydnaða aðalfundin 22. februar 2024. 

Ársaðalfundurin hjá HR í Føroyum hevur verið á Hotel Brandan. Millum annað var nevndar val á skrá. Tríggir limir stóðu fyri vali. Heri Kjærbo, Alexandra á Dul og Bára Gásadal stóðu fyri vali. 

Heri valdi at takka fyri seg, meðan Alexandra og Bára ynsktu at halda áfram í nevndini. Eitt nýtt uppskot kom inn til aðalfundin, og varð viðkomandi valdur inn. Tann nýggi í nevndini er Andras Thomassen. Takka varð Hera Kjærbo fyri hansara íkast og ynskt honum alt tað besta! Samtíðis varð ynskt Andras Thomassen hjartaliga tillukku við valinum og vælkomnan í nevndina. 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Rasmus Nolsøe sum formanni, Alexandra Á Dul, næstforkvinnu, Sonny Joensen, skrivara, Bára Gásadal, kassameistara, Beinta Wilhelm, nevndarlimi, Guðrun Poulsen, nevndarlimi og Andras Thomassen, nevndarlimi. 

Nevndin fer til verka beinanvegin og eru nøkur tiltøk longu á veg. Hetta verður kunnað nærri um skjótast.

Stutt um felagið - Áhugafelagið er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini er endamálið at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Við felagnum verður skapt eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um ymisk evni á HR-økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo