Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøldið 15. mai verður nógv á skránni í Hoyvíkar kirkju.

Kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta. Theodor, prestur, fortelur eina bíbliusøgu, og síðani verður farið niður í Kirkjukjalalran, har borðreitt verður við lasanju. Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn og barnsligar sálir.

Kl. 19.30 verður Miðvika við Henning Bøgesvang, presti. Heitið á fyrilestrinum er: “Lívið er at ferðast”.

Bæði áðrenn hann kom til Føroya í 1976 og aftaná tíðina í Klaksvík, hevur Bøgesvang verið sjómansprestur.

- Eg hitti nógvar føroyingar tá eg var sjómansprestur í Rotterdam, og teir spurdu um eg ikki hevði hug at koma til Føroya at verða prestur og soleiðis kom eg til Føroya, sigur Bøgesvang, sum var prestur í Klaksvík í tilsamans úti við 20 ár.

Eftir at hann gavst sum prestur í Klaksvík, var hann sjómansprestur í Göteborg í Svøríki í 10 ár. Og saman við konuni Solveig hevur hann í styttri tíðarskeið eisini virkað m.a. í sjómanskirkjum í Rotterdam, New York og Singapore. Beint nú er Henning Bøgesvang prestur í Hoyvík og í Kaldbak.

Eftir hugleiðingina verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har fólk eisini hava høvi at spyrja og viðmerkja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo