Sambært Breddanum sum hevði eitt tíðindafólk niðri í Tinginum, so var Ingilín D Strøm sinnað at leggja frá sær, men hetta segði løgmaður nei til.
Tíðindafólki í Tinginum, hevði eisini hoyrt, at leitað hevur verið eftir øðrum landsstýrisfólki fyri Ingilín D Strøm, men at viðkomandi sum fekk tilboðið, hevði ikki tikið av.
Sum eisini sagt var í Breddanum, so eru hetta helst leysatíðindi.
Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11, og tá verður eitt misálit á Ingilín D Strøm lagt fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo