Í sambandi við at hoyring í málinum um serstaka byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku, senda vit, Grannalagið við Havnará, hervið hoyringsskriv.
Grannalagið við Havnará umfatar grannar niðast á Hoydalsvegnum, í Jústsgøtu, miðjan Tinghúsvegin og Undir Pisuvarða. Vit eru bæði fólk, sum eru flutt her til við børnum og fólk, sum eru uppvaksin her í grannalagnum.
Vit hava tikið hetta býráðið upp á orðið og vilja geva okkara íkast til ein grønan,tryggan og burðardyggan bý, har børn, ung, vaksin og gomul eru trygg og trívast saman. Semja er um, at okkum dámar væl at búgva her niðri í býnum og njóta tað nógva og vakra, sum lítla og tronga Havnin hevur at bjóða.
Tá tað er sagt, so kenst tað ótrygt, at sitandi býráðið ferð eftir ferð ger radikalar broytingar, sum stinga seg upp ymsastaðni í býnum. Broytingar, sum hvørki fylgja verandi lógum og reglum innan økið. Broytingar, sum tykjast sum stuttskygdar symptomviðgerðir heldur enn at vera partur av eini væl undirbygdari, yvirskipaðari heild, har serfrøðin og vit nógvu, sum búgva mitt í Havnini, hava verið við í skapandi tilgongdini og eru hoyrd.
Tað eru trý viðurskifti við hesum málinum, ið vit meta eru so álvarslig, at vit staðiliga vilja mótmæla at núverandi uppskot verður samtykt:
Hesi trý høvuðsviðurskifti í mótmælinum, nærri lýst niðanfyri, eru:
- Tryggleiki, heilsa og trivnaður
- Fagliga grundaðar avgerðir
- Demokratiskar mannagongdir
Okkara meting er, at Býráðið ikki virðir og raðfestir hesi evni, sum er ein sera týðandi fyritreytir fyri tryggleika og trivnað fyri allar íbúgvar og ferðandi í Havnini.
Evnini eru nærri lýst niðanfyri:
Tryggleiki, heilsa og trivnaður
Miðbýurin er longu nú pakkaður við nógvum og stórum maskinum (akførum) á vegunum. Akfør, sum við nógvari ferð koyra frá A til B og skapa ótryggleika hjá børnum og vaksnum, sum ganga, renna og súkkla. Fleiri okkara hava verið úti fyri, at bilar slett ikki varnast okkum:
- Kanska, tí ferðin er ov nógv.
- Kanska, tí bilførarar bara varnast aðrar bilar.
- Kanska, tí so fá eru til gongu aðrastaðni í býnum, at bilførarar ikki hugsa um, at nógv fólk eru til gongu niðri í Havnini.
Tað hjálpir, tá býurin er pakkaður við ferðafólki um summarið, men uttan fyri háárstíð er tað vandamikið at ganga í Havn. Heldur enn at økja um stóru nøgdina av akførum í miðbýnum og lata hesi taka endaliga ræðið á býnum, ynskja vit at ferðslan innan fyri Ringvegin verður skipað, so tað verður tryggari hjá fólki at ferðast uttan bil.
Ferðslan í býnum er longu nú so tøtt og ferðin á bilunum so stór, at foreldur illa tora at lata sjálvt eldru børnini ganga í skúla. Tí koyra tey heldur børnini bæði í og úr skúla og økja harvið óneyðugt um ferðsluna, parkeringsóskilið og ótryggleikan fyri bleytu ferðsluna enn meiri.
At byggja parkeringshús mitt í eitt bústaðarøki við trongum gøtum er ábyrgdarleyst. Hetta er stuttskygd loysn við langtrøkkandi konsekvensum bæði fyri fólk og bý. Uttan mun til, um innkoyring verður eftir Bøkjarabrekku ella Kongagøtu, so skulu bilarnir inn á økið og út úr økinum aftur eftir Lucas Debesargøtu, Niels Finsensgøtu, Varðagøtu, Tróndargøtu, Rabarbukvarterinum, Hoydalsvegnum ella Tinghúsvegnum. Alt gøtur og vegir, sum í verandi løtu í stóran mun mangla gongubreytir, og sum longu nú eru álvarsligir fløskuhálsar í ferðsluni. Við einum parkeringshúsi í trongum gøtum við nógvum íbúgvum økist ótryggleikin hjá foreldrum og børnum enn meiri og harvið eisini ferðslan til og frá skúlar og dagstovnum. Heldur enn at leggja enn størri trýst á ein miðbý, sum er ovurfyltur við ymiskum akførum, ynskja vit, at ferðslan verður leidd út um býin og at parkeringsøkir eru í beinleiðis samband við ringvegirnir.
Parkeringshús í trongum bústaðarøki ávirkar ikki bara ferðsluna á vegunum skeiva vegin. Ljóðdálking, ljósdálking og luftdálking eru eisini árin, sum longu nú genera í umhvørvinum við Havnará bæði íbúgvar, ferðafólk og onnur, sum arbeiða og ferðast inn í miðbýin og úr miðbýnum. Ikki minst eru børnini útsett, tí dálking frá bilum er serliga skaðilig fyri børn.
Hoydalsvegur frá Sjónleikarahúsinum og niðan um Plantasjuna var fyrr kendur sum ein deyðsfella. Nú ganga, renna og súkkla í hundraðtals fólk hvønn einasta dag, nógv teirra á veg niðan í ítróttaumhvørvið í Gundadali. Á hesum strekkinum eru fleiri fólk deyð í ferðsluni. Hóast gongubreytin hevur gjørt mun, so situr ótryggleikin um ferðsluna enn í borgarum og serliga foreldrum at børnum her á leiðini, ikki minst, nú talið á akførum á vegunum er fleirfaldað og tí vit vita, at fólk í bili ofta halda seg hava skund.
Spurningur: Hvørjar ætlanir hevur Tórshavnar Kommuna longu nú um at økja um trygdina hjá fólki til gongu og á súklu við verandi bilferðslu? Hvørji fleiri tiltøk verða gjørd at tryggja tey, sum ikki eru í bili, um eitt tílíkt P-hús kemur við øktum trýsti á trongu vegirnir í økinum?
Økta ferðslan hevur sjálvsagt økta dálking við sær. Dálking, sum ávirkar okkum, sum búgva her, ferðafólk og onnur, sum arbeiða og ferðast í miðbýnum. Og ikki minst børnini, tí dálking frá bilum er serliga skaðilig fyri børn.
Spurningur: Vit vilja fegin vita, hvørji tøl fyriliggja um dálkingina í økinum frá Bøkjarabrekku til Gundadal, frá Tinghúsvegnum til Dalavegin bæði við tí ferðslu sum er, og hvat útrokningar vísa av øktari dálking, um eitt tílíkt P-hús verður sett í økið.
Í eini tíð, har fokus alla aðrastaðni er á grøna orku, grøn økir, heilsu og trivnað bæði sálarliga og likamliga er ynskið okkara, at Tórshavnar Kommuna ger sum aðrir framkomnir høvuðsstaðir og setur menniskjað - borgaran, børnini og øll okkum onnur í hásæti og letur býin vera til fólk heldur enn bilar og maskinur.
Fakliga grundaðar avgerðir
Vit undrast á, at Tórshavnar kommuna ikki lurtar eftir serfrøðini. Í hesum føri gongur ætlaða byggingin av parkeringshúsinum beint ímóti fakligum tilmælum frá til dømis ráðgevingarfyritøkuni Rambøll. Henda kenda ráðgevarafyritøka metti longu í 2013, at tað vóru ov nógvar maskinur á vegunum í miðbýnum í Havn. Tættleikin og ferðin var ov stór og talið á bilum er økt síðani, so heldur enn at troðka enn fleiri bilar oman í miðbýin er neyðugt at minka um bilferðsluna og taka ferðina av, so at børn og vaksin aftur tora at ganga í Havnini.
Ongar fakligar, væl grundaðar árinskanningar og metingar eru gjørdar av teimum avleiðingunum, sum eitt tílíkt parkeringshús fær fyri fólk í Havn, fyri trygdina hjá børnum, ungum, vaksnum og gomlum og fyri ferðsluna inn og úr økinum. Í hvussu so er ikki tað, sum vit vita um. Tað er frá okkum eitt krav, at tá so ógvisligar broytingar verða gjørdar, skal ein yvirskipa, realistisk og væl grundað heildarkanning verða gjørd, ein sokallað masterplan, sum vit borgarar skilja og kunnu fyrihalda okkum til.
Havnin innan fyri ringvegin er bert eini 3-4 kvadratkilometrar til støddar. Um ætlanin er, at fólk skulu búgva, liva og virka her í býnum, má ferðslan minka heldur enn vaksa. Tað, sum nú fer fram, stendur í andsøgn til føgru orðini í samgonguskjalinum, har ætlanin var at varðveita serstaka dámin við grønum økjum og frílendum, at gera tað smidligari at súkkla og brúka bussar, gera betur skipað ferðslu- og parkeringsviðurskifti í miðbýnum. Vit, sum búgva her, liva mitt í dagliga ferðsluruðuleikanum og taka fult og heilt undir við fakliga myndugleikanum, at eitt parkeringshús í trongum bústaðarøkið fer at skapa heldur enn at loysa nakrar trupulleikar.
Spurningur: Vit vita, at ferðslukanningar verða gjørdar javnan. Hvussu nógv er bilferðslan økt í býnum frá 2013 til 2022? Hvussu nógvir bilar ferðast gjøgnum Steinatún um dagin og nær er ferðslan størst? Hvussu nógv fleiri bilar ynskir verandi býráð at hava afturat niðri í býnum? Hvussu og hvar skal ferðslan ganga? Verður ferðin á bilunum sett niður? Hvørji parkeringspláss verða strikaði fyri at fáa pláss til øktu ferðsluna í trongu gøtunum? Hvussu sær heildarætlanin út í dag, í 2030 og í 2040?
Demokratiskar mannagongdir
Vanligar demokratiskar mannagongdir, so sum hoyringar, metingar, árinskanningar og krøv til tekningar o.a. eru ikki fylgdar í hesum málinum. Broyttu mannagongdirnar standa í ógvisligari andsøgn til føgru orðini í samgonguskjalinum um at: skapa fólkaræðisligan nærleika, so borgarar kenna seg hoyrd og vird, tá kommunan tekur avgerðir – politiskt og fyrisitingarliga – sum ávirka liviumstøður teirra og gerandisdagin. Vit heita staðiliga á tykkum um at virða okkara ynski um ein (mið)bý har trygd, heilsa og trivnaður hjá okkum øllum og serliga hjá okkara børnum, verða raðfest hægri enn maskinurnar.
Spurningur: Her lekur millum ætlan og veruleika og ynskja vit skrivligt og væl grunda svar sum skjótast og koma fegin á fund við avvarandi politikarar – tvs. allar teir, sum hava atkvøtt fyri og harvið ikki hava hildið mannagongdirnar – og umboð fyri fyrisitingina.
Við borgarakvøðu
Grannarnir við Havnará
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo