Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

FNU takkar fyri høvi at koma við hoyringssvari til lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu.

FNU heldur, at tað er gott, at ætlanin við lógini er at verja náttúruna. Men vit sakna útgreiningar um, hvussu hetta skal fremjast í verki. 

Beriføri
FNU mælir til, at hugtakið “beriføri” verður innført. Øll øki hava eitt ávíst “beriføri”, ein og hvør gøta, fjall, strond, vátlendi ella fuglaberg hava eitt ávíst beriføri – ”carrying capacity”. 

Við øðrum orðum, at tað eitt loft skal ásetast í mun til hvat eitt øki tolir av vitjanum, og tað er umráðandi at gera alt fyri at finna tað loftið. 

Tí eiga vit fyri hvørt øki sær áseta, hvussu nógvar vitjanir kunnu vera á einum staði. T.d. hvussu nógv fólk sleppa út í Mykines í senn ella hvussu nógv sleppa uppá Slættaratind o.s.fr. 

Hetta kann vera gjørt í mun til sesong, men eisini, at eitt dagligt ella vikuligt mark verður sett fyri hvussu nógv fólk sleppa ymsu støðini.

Skipað skal verða fyri einari áhaldandi eygleiðing av náttúrulendinum. Um t.d. skrásett verður, at eitt ternubøli er á einum árendum stað, skal verða møguligt at avmarka ella steingja øki í tíðarskeiðinum, meðan reiðring og bøling fer fram. Eisini skal tað kannast í jøvnum millumbilum, hvussu slitið av t.d. nógvari gongu ávirkar náttúruna, soleiðis at tað er møguligt at endurbøta slitið so hvørt.

Ikki fyrrenn hvørt øki hevur eina umsitingarætan ella skilhaldsætlan, har beriførið verður lýst og allýst, byrja vit at nærkast einari burðadyggari ferðavinnu. 

FNU setur spurning við, um einstøku kommunurnar ella tey, sum sita við jørðini, hava fakligt vitanargrundarlag til kunna standa fyri hesum, soleiðis at tað ber til at fáa eina homogena skipan fyri alt landið. FNU mælir í hesum sambandi til, at m.a. náttúruserfrøðin hjá Tjóðsavninum, Umhvørvisstovan og onnur fáa ein avgerandi leiklut í hesum málum.

Eitt er vist, at avgerðir, sum ikki eru grundaðar á náttúruvitan kunnu gera størri skaða enn gagn. Her er umráðandi at fáa fram, at har, vit ikki hava nóg góða vitan, mugu vit gera alt fyri at byggja hesa vitan upp.

“Náttúrugjaldið”
FNU heldur, at í mun til burðardygga ferðavinnu, so er vandi fyri, at ætlaða náttúrugjaldið, sum ætlanin er, at útlendingar skulu gjalda, kann gerst eitt slag av “grønvasking”. Fólk kunnu av hesum fáa ta fatan, at tað at rinda eitt náttúrurgjald við innkomu til landið gevur rætt til óavmarkaða atkomu allastaðni. Í hesum sambandi seta vit eisini spurning við, um gjaldið sett nóg høgt.

Harafturat FNU mælir til, at tað verður meira ítøkiliga lýst, hvat náttúrugjaldið skal nýtast til, m.a. at kommunurnar, tá ið tær taka avgerðir um hetta mál, skulu verða álagdar at gera hetta útfrá einum sterkum fakligum vitanargrundarlagi, sum longu er umrøtt.

Javnbjóðis rætt til náttúruna
Uttan mun til hvørja skipan, sum farið verður undir, so heldur FNU, at allir borgarar skulu hava javnbjóðis møguleika at koma út í náttúruna at vitja náttúruvøkur støð. Hetta hevur stóran týdning fyri okkara sjálvsfatan og okkara fatan samband við náttúruna, sum vit jú øll hava ábyrgd av. Men øll atgongd skal sjálvandi skipast í mun til “beriføri” og aðrar orsøkir, so sum fjallgongu, haruskjóting o.a.

Vegna FNU
Jón Kragesteen, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo