Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Í sambandi við, at lógaruppskot um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum í løtuni er til ummælis, verður skipað fyri trimum almennum hoyringarfundum, har fólk fáa møguleika at hoyra, hvat politiska semjan, verkætlanin og lógaruppskotið fevnir um. Høvið verður at seta spurningar og at gera viðmerkingar.

Á fundinum luttaka løgmaður, umboð fyri P/F Suðuroyartunnilin og Landsverk.

Skráin til hoyringarfundirnar:

  1. Politisk semja, lógaruppskot og fíggingarleistur (Aksel V. Johannesen, løgmaður)

  2. Suðuroyartunnil og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi í Suðuroy (P/F Suðuroyartunnil)

  3. Møguligar loysnir viðv. tilhoyrandi verkætlanum á Sandoynni (Landsverk)

  4. Spurningar og viðmerkingar frá fundarluttakarum

Fundirnir verða:

  1. Mánakvøldið 25. november kl. 19.00 í Salt á Drelnesi

  2. Týskvøldið 26. november kl. 19.00 á Mørkini Miklu á Sandi

  3. Mikukvøldið 27. november kl. 19.00 í Finsen í Havn

Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 6. desembur 2024.

Uppskotið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo