Nú skrivað verður um at varðveita Sandá og Havnará, og alt gott um tað, tykist tað sum Hoydalsá er púra burturgloymd.
Hendan áin, sum er hjartatátturin í øllum tí einastandandi fríøkinum frá Boðanesi og næstan til fjals.
Hon hevur ligið fleiri mánaðir meira og minni sum ein køstur orsakað av vega- og tunnilsarbeiði, sum sjálv kommunan hevur ábyrgdina av.
Kunnu tit ikki hjálpa okkum sum dagliga hava gleði av ánni at fáa kommununa at taka sær um reiggj og fáa skil á hesi náttúruoyðing?
Halgir W Poulsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo