Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At staðseta nýtt tjóðleikhús á Bursatanga, havnarøkinum har Smyril og Norrøna mestan leggja at bryggju, er so burturvið at orð neyvan finnast til slíkan ørskap.

Eftir at Tórshavnar kommuna hevur brúkt kanska 1 milliard til útbygging av havnarlagnum til øktan tørv á tí virksemið, sum hoyrir slíkum øki til, og har komandi ár kann roknast við enn størri fyritakssemið við fraktflutningi, nýggjum bygningi til Smyril Line, fleiri vitjanir av ferðmannaskipum, og framtíðar skipaferðslu har roknast kann við bunkring við øðrum brennievnum enn dieselolju, kann uttan himpr sigast, at størri galskapur er trupul at finna.

Kapping við Rotterdam, London....
Fyri fáum árum síðan varð boðskapurin frá borgarstjóranum, at vit eru í kapping við Rotterdam, London, Oslo og aðrar stórar havnarbýir í tí maritima tænastustøðinum.

Ætlandi skuldi Skansin, eina av okkara tveimum heims- og UNESCO søguligu plássum innibyrgjast við havnarútbygging. Tað vóru ikki smávegis aktivitetir við smábátahavn, restauratiónum (upp til kloakkútlátið frá Havnará), og øðrum átøkum sum skuldi fyriskipast við konteynaraplássi o.ø., og har frálíka útsýni til Nólsoyar varð sum tað er í dag.

At  tilevnaða manipulatión av snøggum tekningum varð fingið frá jaligum arkitektum, gjørdi tó ikki støðuna meiri jaliga. Veruleikin vísti seg at 4-5 stáplaðir konteynarar væl fjaldi Nólsoy og havsbrúnna, samstundis sum Skansin og økið kringum fór fyri bakka. Mentanararvur og serstøk náttúra hevur ikki stóran tídning tá albogar og peningaveldið skal hóvreigga seg, just sum vit vóru vitni til tá borgarstjórin játtaði eina gourmet-restauratión bygda út yvir Fossdallsgjógv.

Um maritima kappingin skal eitast at Tórshavnar Havn skal verða millumstøð fyri koynteynaraflutning millum norðanlond, Europa og USA, er ikki gott at vita, tí ilt er at fáa eyga á hvar slík koynteynaraøki skulu finnast sum er í dag.

Tjóðleikhús og havnarøki har øki eru tøk
Verður hugt eftir tveimum norðurlendskum høvuðsstøðum har stórir mentanarbygningar, eisini tjóðleikhús, eru bygd, eru keypmannahavn og Oslu góð dømi har slíkt letur seg gera og uttan at havnir og maritim vinna er fyri vannbýtið.

Keypmannahavn hevur báðumegin siglingarrennuna havt stórídna og goymslubygningar av ymsikum slag. Mesti tungídnaður er farnu árini fluttur langt út um býin og staðsettur fram við megin ferðsluaðrum.

Ein meginregla hevur verið at hava greiðan skilnað millum búseting og tungan ídnað. Keypmannahavn hevur góðar 50km av atløgubryggju og hópin av eldri og eisini friðaum bygningum, ið eru innrættaðir til mentan, umsiting og tænastufyritakssemið av ymiskum slag.

Nýggja tjóðleikhúsið í Keypmannahavn varð bygt í 2005 á Holmen, Chr.Havn. Her vóru eingir trupulleikar við maritimum virksemið og lat seg tí væl gera at taka stórt øki til Operaen.

Arkitekturin var Henning Larsen, ið tíðanverri ikki fekk útinnt tað bygningslist hann hevði í hyggju.

Oslo er annar høvuðsstaður har Operahuset er tjóðleikhús Noregs, og bygt í 2008 í býarpartinum Bjørkvika í kjarnuni av býnum og út til sjóvarmála. Her var heldur ikki talan um lækkandi maritimar umstøður til tey 70-100 frakt- og ferðmannaskipini sum koma og fara hvørja viku. Bygningsverkætlanin varð skipa sum altjóða arkitektakapping, ið fyritøkan Snøhetta vann.

Tjóðleikhús í høvuðsstaðnum?
At Keypmannahavn ella Oslo hava tjóðleikhús í høvuðsstaðnum, merkir á ongan hátt at eitthvørt hús av hesum slag partú skal staðsetast í høvuðsstaðnum. Runavíkar kommuna hevður boðið seg til og hevur, sammett við Tórshavn, rættuliga góðar og víðar havnaumstøður. Ikki er at taka seg aftur, at jaligar visiónir eru at síggja kring miðstaðarmenning í Runavík, og 10 minnutir frástøða vil neyvan verða nøkur forðing nú Tórshavn er víðkað so mikið, at fólk neyvan leggja tilmerkis at ”býurin” heldur áfram tá komið er hinumegin tunnilin.

Hinvegin, um tjóðleikhús partú skal byggjast í høvuðsstaðnum, er fyrimyndarligt øki tøkt í Hoydølum. Gamli studentaskúlin, ein soppafongdur og óbrúkiligur bygningur til nakað endamál, kann uttan himpr takast burtur, saman við teim fyribils barakkunum bygdar vóru til dagstovn o.a.

Gamli sanatorium bygningurin og næmingabústaðurin eru forkunnugur bygningar og kunnu væl varveitast. Økið byggjast kann á er væl oman fyri 15.000 fermetur og er einki til hindurs fyri at røkka framúr snotiligum bygningi, ið bæði kann skipast sum tjóðleikhús og konserhøll til Føroya Symfoniorkestur, ið hevur stóran tørv á virðiligum umstøðum.

Vit fingu Føroya nokk snøggasta nútíðar bygningslistaverk við Norðurlandahúsinum. Við slíkum verkætlanum er umráðandi at rokkið verður so høgt bygningslistarligt støði, sum til ber, og eigur slík verkætlan sjálvandi at verða skipað sum altjóða arkitektakapping.

Tórshavnar Havn fær við ætlaðu staðseting til tjóðleikhús stórar forðingar í tí menning roknast skal við framyvir. Ein avbjóðingin verður m.a. at brennievnið verður LNG-gass, mathanol, amoniakk ella hydrogen, ið skal bunkrast á staðnum. Har verður tørvur á goymslum og trygdarkrøvum, ið skulu lúkast, og sum aftur vilja seta krøv til pláss á havnarøkinum.

Illa umhugsaðar verkætlanir og teirra staðsetingar vísa seg altíð at vera betur ógjørdar. Slík dømi hava vit inntil fleiri av í landinum, og man tíðin verða komin at politiska skipanin, landsstýrið, tekur seg um reiggj við nútíðar planlegging og leiðreglum, ið eru vanligar í okkara grannalondum.

Kári Thomsen, ark.MAA

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo