Í dag handar Listafólkasamband Føroya Rigmor Dam, landstýrisfólki í mentamálum sítt uppskot um at Hoydalar gerast ein listamiðstøð tá ið Glasir flytur út í Marknagil.
Í Hoydølum kann LISA seta í verk nakað, sum hevur jalig hjáárin langt út í onnur viðurskifti í samfelagnum.
LISA sær í Hoydølum ein søguligan møguleika fyri at gera eitt umhvørvi, har listafólk arbeiða hvør sær, tvørfakligt og savna altjóða samstarvsfelagar á einum staði at framleiða og sýna fram. Ein listalig miðstøð savnar fólk um listaskapan og listaligar upplivingar í Hoydølum.
Hoydalar sum eitt livandi, opið stað á tremur við tilboðum til borgararnar og samstundis eitt stað, sum kann bjóða arbeiðsfrið og sjálvvalda avbyrging til hugsavnan í egnum arbeiðshølum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo