Bert uml 20 av hvørjum 100 fólkum eru íverksetarar, ið velja váða til at skapa virði.
Hini, vit 80%, hava løntakaralyndi, velja trygd og umsita virði, ið onnur skapa.
Samfelagnum tørvar báðar partar, og við marknaðarbúskapi er pláss fyri øllum.
Høgrafólk royna at ‘baka breyðini’ størri, økja búskapin, fyri at metta flest munnar.
Fiskimenn, alarar, tænastu- og undirveitarar, handverks- og handilsfólk muna mest.
Vinstravendir politikarar vilja skera breyðið, ið onnur baka, í petti og býta molarnar javnt ímillum sínar veljarar.
Vinstravendir politikarar skapa eingi nýggj virði og vælferð til allar føroyingar.
Sum virðisskaparar eru politikarar sum Hoydal og Holm dvørgar.
Teir binda ikki tveingirnar hjá skapandi seggjum sum Christian Martini, Mortani, Hanusi, Anfinni, Varða-monnum, Atla, Hans Jákupi, Regini o.ø. ‘breyðvinnarum’.
Hoydal og Holm skuldu stuðla og ikki skrædla fiski- og alivinnuna til egið politiskt gagn.
Tekur frá Tummasi og gevur Janusi
‘Tann, ið tekur (skatt) frá Tummasi til at geva Janusi, fær atkvøðuna frá Janusi afturfyri.’ (G.B. Shaw).
Táið meirilutin kennir seg í takkarskuld til hitt almenna fyri sína inntøku og kann atkvøða seg niður í skattalummarnar hjá øðrum, vendist illa aftur frá sosialismu.
Royndir vísa, at táið 35-40% av veljarunum hava alment starv við skatti í løn, verður hall á fíggjarlógini, so almenna skuldin økist, og kreppan herjar.
Tað varð slagsíðan í 1990-ára kreppuni uttan fisk og aftur í 2004-2011 uttan laks, tí ILA beindi fyri alivinnuni.
Frá 2004-2015 var Tjóðveldi í samgongu í bert 10 mánaðir íalt, tí ræðuskítar tordu ikki ábyrgd við halli í landskassanum.
So bragdaði aftur
So kravdi og tók borgarliga landstýrið 2012-15 okkara egnu kvotur av uppsjóvarfiski í stríði móti Danmark, Noreg og ES.
Vit vunnu, og nótamenn bygdu ein stásiligan uppsjóvarflota, ið økti útflutningsvirðið 100-tals mió kr hvørt ár.
Teir 3-4 trolararnir í russisk/norskum sjógvi drógu í áratíggju fast 500 mió. kr. í (dags) virði til lands, og heimaflotin hevur í miðal klárað sínar 2 mia. kr. árliga.
ABC-landstýrið gjørdi nýggjar alilógir eftir ILA-vanlukkuna,so Bakkafrost, Hiddenfjord og MOWI herjaðu á aftur og 10-faldaðu laksaframleiðsluna úr 10.000 upp í 100.000 tons árliga (nú virði 7 mia kr).
Frá 2011-2023 eksploderaði útflutningsvirðið úr 5 upp í 13 mia. kr. í fjør, so lønirnar hjá føroyingum og almennar skattainntøkur eru øktar fleiri mia kr hvørt ár.
Føroyska fólkatalið vaks úr 49 upp í 56.000 fólk.
Bara uttan alivinnuna máttu helvt av føroyingum í útlegd og landskassin steingja.
Hesi vinnuligu reystmenni og teirra starvsfólk ætlar Hoydal at skrædla fyri 2-300 mió. kr. aftrat um árið.
‘Ilt eyga kann einki gott sjá’
So søgdu tey gomlu. Mannalyndið er einki broytt. Øvundin er arvasynd, men er nústaðni sett í sosialistiskt system.
Føroyar fingu nýtt vinstrahalt landstýri. Sjálvsagt legði Tjóðveldi sína køldu, køvandi hond á fiskivinnu- og vinnumál. Teirra frumburðarrættur er jú at órógva og spilla.
Hvørki Hoydal ella Holm hava av egnum royndum skil á ali- ella fiskivinnu heldur enn hundur á himmiríki.
Hoydal hevur onga krónu goldið nøkrum í løn, enn minni vunnið nakra av verkligum arbeiði.
Men nøkur fólk, frá Mao, Mugabe og Maduro til Hoydal, Hoxha og Holm eru so ideologiskt avsporað, at bara tankin um, at okkurt raskt fólk tjenar nakrar krónur meiri enn miðal ger, at teir missa svøvnin av øvund.
Teir hava stórlætisørsku og halda seg vita, hvussu ein búskapur skal bendast og boyggjast, skattast og skaðast, so hann verður Utopia.
Spyr bara Kim og Castro, Lenin og Lumumba.
Tvey fesk dømi, at skattur skaðar
Sosialistar elska at skatta og javna fólk og fyritøkur niður á botn.
Men skattur skaðar ein búskap. Jú harðari skattatrýstið er, jú seinni vekstur hann.
Sosialistiska stjórnin í Noreg hækkaði í fjør ognarskattin nøkur fá promille.
50 norskir milliardingar, t.m. Røkke, flýddu til Sveis, og 100-tals miljóningar til Sveis og Spania í 2022, tí teir gjalda meiri í eyka ognarskatti heima, enn teir fáa í løn.
Norski statskassin missir fleiri mia. kr. í skatti netto hvørt ár, tí tey skattpíndu flýggja.
Hitt feska dømið er Frakland, har Hollande forseti hækkaði ognarskattin upp í 75%.
Úrslitið: 60.000 miljóningar flýddu, og statskassin misti milliardir evrur.
Sosialisturin Hollande fekk bert 5% stuðul í síðstu veljarakanning og legði kongin.
Tað bøtti nakað, at Macron lækkaði ognarskattin niður í 45%.
Skaða fiski- og alivinnuna
Dennis Holm steðgaði ‘rullandi’ fiskiloyvunum í vár, so váðin at byggja fiskiskip veksur, hugurin minkar, og flotin eldist.
Men kanska ‘sosialiserar’ hann flotan og ‘stjelur’ okkurt fiskiloyvi til Vágs.
Nýggju trolararnir til Barentshavið verða munin tyngri at forrenta enn teir gomlu, serliga tí Landstýrið nú 2-faldar veiðugjaldið upp í 5 kr/kg í nettovekt.
Alivinnan er lokomotivið í búskapinum og útflytir fyri 7 mia. kr. árliga av laksi.
Bakkafrost einsamalt rindaði landskassanum 750 mió. kr. í tøkugjaldi, Pf- og vinningsbýtisskatti í fjør, t.e. meiri enn danski blokkurin.
Hiddenfjord og Mowi lutfalsliga tað sama.
Nú tekur landskassin 2-300 mió. kr. aftrat árliga frá alivinnuni at gjara út til sínar vinir og veljarar.
Bakkafrost hevur gjørt 5 mia. kr. í íløgum farnu 5 ár og ætlaði at gera aðrar 5 mia. kr. næstu 5 ár á sjógvi og landi kring allar Føroyar og uttan almennan studning.
Tað verður truplari, um íleggjarar fáa lægri vinningsbýti av hægri tøkugjald.
Nú ætlar Hoydal at kippa hesa ‘hønuna’, ið verpur ‘gulleggini’.
Tvífaldað tøkugjald rakar virðisøking harðast og tey 300 starvsfólkini har.
Lutfalsliga sami skaði rakar hini alifeløgini, Hiddenfjord og MOWI.
Vit kenna Javnaðin og Tjóðveldi og vænta, at tey, um tey sleppa, gera Føroyar til eitt niðurjavnað Hetland uttan ‘kapitalistar’ og við fallandi fólkatali.
Men hvat Framsókn hugsar fyri sær, er ein ørkymlandi gáta.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo