Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stuðlar hjá tí hóvliga Masoud Pezeshkian eru í gøtunum í Teheran í dag har teir fegnast um siðurin á forsetavalinum í gjár. Masoud Pezeshkian er ímillum teir hóvligu politikararnar í muslimska landinum, eitt nú var eitt av vallyftum hansara, at konufólkini í landinum ikki longur skulu noyðast at fjala høvd og andlit. við turriklæði. Hann starvast sum hjartakirurgur og hevur verið politikari í nógv ár.

Hóast Pezeshkian vann valið, so er tað bara dag-til-dag politikkin sum hann hevur nakra ávirkan á. Tær stóru linjurnar verða lagdar av prestunum, har tann 85 ára gamli ayatollah Ali Khamenei er landsins hægsti leiðari og setur út í kortið, eins og hann hevur gjørt seinastu 30 árini. Hann hevur so stórt vald, at hann skal góðkenna øll sum stilla upp til forsetavalið, og harvið eisini Masoud Pezeshkian.

85 milliónir fólk búgva í Iran. Øll sum eru yvir 18 ár, og tað eru 61 milliónir, hava valrætt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo