Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Fleiri royndir hava verið gjørdar at orða eitt uppskot til miðlastuðul, bæði av undanfarnu samgongu, og ikki minst av sitandi samgongu, men tað er einki sum bendur á, at politikarar enn hava skilt, at eitt finst sum eitur netmiðlar - alt er pappír.

Í ískoytinum til røðu løgmans á Ólavsøku, stendur soleiðis:

Øll kunnu vit verða samd um, at eitt frælst og fjølbroytt miðlalandslag hevur stóran týdning fyri fólkaræðið í einum landi. Henda samgongan vil veruliga taka tøk fyri at røkka málinum at skapa virðilig kor fyri miðlarnar.

Kringvarpsgjaldið er vorðið rættvísari. Goldið verður fyri hvønn einstakan og ikki fyri hvørt húski, og higartil hevur nýggja skipanin yvirhøvur virkað væl. Public service-sáttmálin verður sæddur sum eitt gott amboð hjá Kringvarpinum og politisku skipanini í strembanini í at røkka yvirskipaðum málum um, hvat almenni public service-stovnurin skal avrika og hví.

Tí vil samgongan arbeiða fyri at fáa ein nýggjan sáttmála í gildi við komandi ársbyrjan. Endamálið er at geva brúkarunum eitt gott innihald og eina góða tænast.

Tað er alneyðugt eisini at stuðla privatu miðlunum fíggjarliga, og ein haldgóð loysn skal finnast, sum ger  tað møguligt at reka privatar miðlar og harundir at geva út tíðindabløð. Við einum styrktum miðlalandslagi, harundir  stuðli  til  førleikamenning,  røkist  fyri, at  journalistiska arbeiðið verður munabetri, og at samfelagskjakið verður lyft og grundað á breiðari og betur upplýst sjónarmið.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo