Tað ber eftir øllum at døma til at sleppa undan at gjalda lógarásetta kringvarpsgjaldið, um ein bara tosar við nóg stórum bókstavum.
Frihedsbrevet skrivar undir yvirskriftini "Kringvarpið brotið kringvarpslógina", at Freddie Poulsen helst er einasti føroyingur, sum er frítikin at rinda kringvarpsgjald.
Og hesar serligu sømdir hevur hann fingið fram um aðrar føroyingar, tí hann hótti KvF. Og tað loysti seg, tí eftir tað bleiv hann frítikin fyri at gjalda kringvarpsgjald fyribils, og harumframt bleiv skuld uppá millum 7.000 og 8.000 krónur strikað.
- Vit tóku hesa avgerðina orsaka av einum trygdarspurningi. Vit mettu tað neyðugt fyri trygdina hjá starvsfólkunum her, sigur Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, við Frihedsbrevet.
Sambært honum hevur Kringvarpið tikið málið um hóttanir upp við løgregluna.
Taks, sum umsitur innkrevjingina av kringvarpsgjaldinum, hevur gjørt eftir boðum frá Kringvarpinum, hóast Poula á Líðarenda, deildarleiðari hjá Taks, ikki ivast í, at tað er í stríð við lógina.
Eitt líknandi mál um hóttanir ímóti starvsfólki hjá Taks kemur fyri í Føroya Rætti í januar.
Í málinum um hóttanir ímóti starvsfólki hjá KvF hevur fútin valt ikki at reisa ákæru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo