Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar: Hotel Hafnia hevur longt samstarvsavtaluna við Parasport Føroyar.

Avtalan ber við sær at Hotel Hafnia heldur fram at verða ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar.

Hotel Hafnia stuðlar við avtaluni Parasport Føroyar í tilgongdini at eggja enn fleiri at íðka ítrótt, umframt at bocciakappingarnar sum Parasport skipar fyri, nú verða nevndar Hafnia open.

"Vit fegnast um, og eru sera takksom fyri at Hotel Hafnia vil halda fram at stuðla arbeiðinum hjá Parasport Føroyar eins og tey hava gjørt seinastu árini" sigur Petur Elias Petersen formaður í Parasport Føroyar.

"Slagorðið hjá Parasport Føroyar er "øll kunnu íðka", og skal vera heilt natúrligt at øll, líkamikið kropsligar ella kognitivar avbjóðingar, íðka ítrótt undir hóskandi viðurskiftum.
Hetta krevur áhaldandi arbeiði og er ein slík stuðulsavtala við til at tryggja arbeiði."

”Vit síggja tað sum ein framíhjárætt at sleppa at stuðla Parasport Føroyar, og fegnast um at samstarvsavtalan er longd” sigur Pætur T. Thomsen stjóri á Hotel Hafnia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo