Tórshavnar kommuna: Hósdagin, Kristi himmalsferðardag, verður hátíðarhald í Havn í samband við, at fýra viðarlundir hava ársdag.
120 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu sett niður í Viðarlundini í Gundadali, Plantaguni.
90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum.
50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.
Í sambandi við ársdagarnar hjá teimum fýra viðarlundunum skipar Tórshavnar kommunu fyri hátíðarhaldið 9.mai - Kristi himmalsferðardag.
Hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsið.
Skrá:
Kl. 14:00 Hátíðarhald í viðarlundini í Grið
Harmonikufelagið spælir tónleik
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu
Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu
Felagssangur
Bjóðað verður kaffi, te og sunkist
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo