Frelsunarherurin: Mánadagin 23. Oktober verður hornorkestur Frelsunarhersins 90 ár. Dagurin verður hátíðarhildin í Sali Frelsunarhersins sunnudagin 29. Oktober kl 18.00. Tá verður hátíðarmøtið við hornorkestrinum. Hornorkestri fer at spæla nakrar marsjir og tónleikastykkir. Eisini verða sungnir narkrir av teimum góðu gomlu stríðssangunum.
Finngerð Djurhuus Olsen, fyrrverðandi muskikkmeistari og núverðandi varðamusikkmeistari, fer at hugleiða um hornorkestri upp í gjøgnum árini. Korpsleiðarin Astrid Hansen fer at deila eitt andaktsorð og eftir samkomuna verðu kaffi og lagkøka.
Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum og tað hevði glett okkum ómetaligt at sæð so mong sum gjørligt til føðingardagshaldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo