FSF: Í døgunum 7. til 17. mars fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Ísrael, har liðið skal spæla EM-undankapping. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Norðurírland og Luksemborg eisini í bólkinum.
Hópurin hevur fyrireikað seg væl til kappingina, við venjingum, venjingarlegum og dystum, sum hava verið móti liðum í Betri Deildini, og áðrenn fráferð verður ein venjingarlega afturat á skránni, umframt ein venjingardystur.
Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum, og saman við hjálparvenjarunum, Jákupi Mortensen og Jacobu Langgaard, er nú greitt, hvørjar tær 20 eru, ið eru boðsendar til EM-undankappingina í Ísrael.
Hópurin
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur
Lea Tórarenni, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Teresa Jacobsen, HB
Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB
Jórun Najma Patawary, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Vildbjerg SF (Danmark)
Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík
Katarina Berg Mikkelsen, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Sólja Ertnsdóttir, Skála
Skráin
10. mars Føroyar – Ísrael
13. mars Norðurírland – Føroyar
16. mars Luksemborg – Føroyar
Nógv er á skránni hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum í hesum árinum. Í apríl skulu tær til UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina, og um mánaðarskifti juni-juli er NM á skránni í Noregi. Og harafturat skulu tær aftur til eina EM-undankapping í heyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo