FSF: Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin setti Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, navn á teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar móti Belarus og Kroatia.
Fyrri dysturin, sum er ímóti Belarus, verður á útivølli hósdagin 7. september, og týsdagin 12. september taka Føroyar ímóti Kroatia á Djúpumýru í Klaksvík.
Hópurin
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur
Undan komandi dystum, eru Føroyar á 3. plássi í bólkinum við einum stigi, ið kom til høldar í summar, tá Andorra vitjaði í Klaksvík. Úrslitið gjørdist javnleikur 2-2. Hini londini í okkara bólki eru Grikkaland og Portugal.
Atgongumerki til dystin móti Kroatia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Kostnaðurin er 95 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo