Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin 15. mars klokkan 10:00 fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til HM-undankappingardystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skottlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Um góðar tvær vikur skal A-landsliðið við monnum spæla fyrstu dystirnar í undankappingini til HM, sum verður í Katar í 2022. Føroyar hava tríggjar dystir á skránni í hesum umfarinum, sum allir vera á útvølli.

Lagt verður fyri ímóti Moldova hósdagin 25. mars, tríggjar dagar seinni, sunnudagin 28. mars verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og mikudagin 31. mars spæla Skottland og Føroyar á Hampden Park í Glasgow.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 15. mars klokkan 10:00, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari, fer at kunngera hópin komandi uppgávur.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur ongantíð áður roynt seg ímóti Moldova. Harafturímóti hava Føroyar spælt seks dystir ímóti Eysturríki og níggju ferðir ímóti skotum. Úrtøkan ímóti Eysturríki hevur verið ein sigur, ein javnleikur og fýra tap, meðan tað ímóti Skottlandi er blivið til tveir javnleikir og sjey tap.

Hini bæði londini í bólkinum eru Danmark og Ísrael.

Skráin fyri A-landsdystirnar hjá monnum í 2021 sæst HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo