Tróndur Patursson fýlist á at glasfuglar hann snikkar til at egnum verkstað nú verða seldir á alnótini og fyri ein allarhelst sera lágan prís. Hann hevur opinbart ikki fingið sær eina avtalu við danska framleiðaran at fáa nøkur oyru fyri hvørt av teim 900 eintøkunum seld verða, og metur heldur ikki talan er um ”sanna” list...tí fuglarnir eru nakað minni í stødd og heldur ikki frá egnum verkstað.
Má sigast at verða ein heldur løgin útsøgn, um talan er um, at verulig list einans er slík, ið er framleidd einstøk á egnum verkstað. Hvussu við steinprent har listamaðurin hópframleiður eini 1.000 kanska 2.000 eintøk, ið bæði eru nummererað og hava listamansisns navn. Hvussu við t.d. arkitektasniðgivnum innbúgvi og búnýtum, ið verða hópframleidd so einhvør, ið ikki hevur ráð at keypa t.d. kostnaðarmiklar glasfuglar beinleiðis frá verkstaðnum, men fegin ynskir og megnar at gjalda kanska 1/10 part fyri at fáa slíkan ”deyðan” fugl upp at hanga í stovuni? Er listin horvin tí at listamaðurin ikki hevur framleitt á egnum verkstað ella syrgt fyri at fáa bæði navn á einstaka framleidda verkið og samsýning fyri hvørt selt eintak?
Hinvegin kann spyrjast um Tróndur Patursson kennir til upphavsrætt til verkætlan hann umbiður til eitthvørt bygningsverk hann ynskir at prýða við glasmálningum. Tá hann ikki hevur neyðuga innlit í bygningskonstruktiónir, roynir at máta okkurt upp á staðnum, ið heldur ikki letur seg gera, og má tungu leið til arkitektin at fáa hann at tekna sær tað berandi konstruktiónina til glaslistina, hevur hann sjálvandi ongan rætt at kopiera, broyta og framleiða fleiri verk grundað á tað tilfar arkitekturin hevur latið honum í hendur til umbidnu verkætlan.
Men óansæð, so heldur Tróndur Patursson hann kann gera hvat honum lystir við tilfar har copyright er galdandi. Og úrslitið er eisini hareftir. Eit misskilt skap, ið ikki finnast aðrar staðir enn í høvdinum á Trónda Paturssyni, og sum endaði við einum púrt láturligum úrsliti, ið einki samband hevur við tað skap ein skerd icosahedur eigur og skal hava.
Men sjálvandi, eitt sindur av sjálvskritikki og virðing fyri øðrum listafólkum, er ikki just frámerkið hjá ávísum innan listaheimin.
Kári Thomsen ark.MAA
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo