40 ára gamli Joel Cauchi (myndin) sum fór at stinga frá hond í eini handilsmiðstøð í australska stórbýnum Sydney var sálarliga sjúkur og sostatt er ikki líkt til, at talan var um eina poiltiskt motiveraða yvirgangsatsókn. Hesum hava myndugleikarnir boðað frá.
Sjey fólk doyðu, teirra millum var maðurin sjálvur, sum politiið skeyt. Ímillum tey deyðu er eisini mamman hjá einum 9 mánaða gomlum pinkubarni. Bæði mamman og barnið vórðu stungin, lívið hjá mammuni stóð ikki at bjarga men støðan hjá barninum er tolulig.
Foreldrini hjá gerningsmanninum hava sent út eitt samkenslufjarrit, har tey eisini siga seg hava samkenslu við politikvinnuni sum skeyt son teirra áðrenn hann framdi fleiri illgerðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo