Føroyski hondbóltsleikarin, Jóhan á Plógv Hansen, skipar enn einaferð fyri hondbóltsskúlanum JPH Camp. Hesin hondbóltsskúlin varð hildin fyrstu ferð í 2019, men mátti avlýsast bæði í 2020 og 2021 orsakað av koronu farsóttini.
Altjóða venjarar á JPH Camp
Í 2019 hevði Jóhan á Plógv Hansen danska leikaran Michael V. Knudsen at hjálpa sær við at standa fyri venjingunum. Hesaferð verða tveir hjálparvenjarar við. Danski landsliðsleikarin og hálvi føroyingurin Hans Lindberg, sum seinasta sunnudag vann heiti sum toppskorari í týsku Bundesliga´ini hetta kappingarárið er tann eini. Fýrati ára gamli Hans Lindberg spælir dagliga við týska stórfelagnum Füchse Berlin, og hevur júst longt sáttmálan eitt ár afturat. Hin er spanski venjarin Dani Gordo, sum hevur vant m.a. landsliðið hjá Brasilien og Champions League liðið hjá Mescow Brest, og sum eitt stutt skifti var venjari í Føroyum eisini. Hann fór úr starvinum hjá Mescow Brest tá kríggj brast á millum Rusland og Ukraina í februar í ár.
Jóhan skiftir til týskt stórfelag
Jóhan á Plógv Hansen hevur seinastu 2 árini spælt við týska felagnum Hannover Burgdorf. Frá juli í ár og komandi 3 árini hevur hann gjørt sáttmála við týska stórfelagið Flensburg Handewitt, har hann loysir Lasse Svan av, sum gavst á danska landsliðnum fyrr í ár, og sum spældi sín seinasta dyst við Flensburg Handewitt seinasta sunnudag.
Hava vunnið heiðursmerki á OL, VM og EM
Seinastu 3 árini hava annars verið sera hendingarrík fyri Jóhan á Plógv Hansen og Hans Lindberg. Teir gjørdust báðir heimsmeistarar við danska landsliðnum í 2019 og vunnu bronsu í EM í januar mánaða í ár. Jóhan á Plógv Hansen var eisini við til at endurvinna HM-gullið fyri Danmark í Egyptalandi í 2021, umframt at hann vann OL-silvur í Tokyo í august 2021, sum tann fyrsti føroyingurin sum hevur havt sín uppvøkstur í Føroyum. Hans Lindberg var eisini við landsliðnum sum vann OL-gull í 2016 í Rio de Janeiro.
250 føroysk børn á hondbóltsskúla
Hondbóltsskúlin verður hesaferð fyri 250 børnum, og var fullteknaður longu við byrjan av árinum. Á heimasíðuni fyri JPH Camp jphcamp.fo/ skrivar Jóhan á Plógv Hansen:
”Grundarsteinurin til mítt hondbóltslív varð lagdur í Føroyum, og hetta hevur givið mær nógvar einsastandandi upplivingar. Eg vil fegin geva nakað aftur til børn og ung í Føroyum, sum eisini hava hug at menna teirra hondbóltsførleikar”.
Fríggjadagin kl. 16-17.30 verða Jóhan á Plógv Hansen, Hans Lindberg og Dani Gordo á Torginum í SMS, har bóltar, drakt og onnur útgerð verður útflýggja teimum 250 luttakandi børnunum.
”Tað krevur nógva tíð og orku at fyriskipað ein tílíkan hondbóltsskúla. Eg eri tí sera fegin um alla tí hjálp eg havi fingið frá nógvum her í Føroyum, og ikki minst fyri stuðulin frá føroyskum virkjum og øðrum, sum ger tað møguligt at halda ein tílíkan hondbóltsskúla,” sigur Jóhan á Plógv Hansen, at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo