Nógv verður gjørt burtur úr jødatýningini og ræðuleikunum annars undir Seinna Heimsbardaga, nú almennur Holocaustdagur er í dag.
Á netsíðunum hjá Námi kanst tú koma við eina ferð í týningarleguni Auschwitz við føroyska ferðaleiðaranum Pól Jespersen.
Sjálvur sigur Pól, sum var ferðina í juni í fjør, soleiðis um rundvísingini:
- Tá ið tú ert føddur stutt eftir seinna heimsbardaga, hevur tú sum barn og ungur - ja, alt lívið - hoyrt um ræðuleikarnar undir nasismuni. Tað kom tí kanska eitt sindur óvart á meg, at vitjanin skuldi ávirka so nógv, sum hon gjørdi, sigur Pól og leggur afturat, at ein orsøkin man vera, at tú ikki rættiliga hevur gjørt tær greitt, hvussu víðfevnt hetta píningar- og týningarvirksemið var. - Og so øll tey praktisku viðurskiftini í hesum sambandi, sigur Pól og spyr: - Hvussu drepur tú meiri enn eina millión menniskju og beinir fyri líkunum?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo