Hólmahúsið á Eiði verður karmur um sangløtur leygardagin og sunnudagin 21-22 november.
Svein í Prestgarði fer hesi bæði kvøldini at syngja saman við Rakul Bærendsen og Oliviu Tausen.
Sunnukvøldið fara Fríðbjørg og Andras Andreasen eisini at syngja.
Fyrra løtan verður leygarkvøldið kl. 19.30.
Seinna løtan verður sunnudagin kl. 17.00.
Tað er Svenning av Lofti, ið skipar fyri hesum tiltaki og fer at bera fram ein boðskap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo