Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sendingin “Radarin” seinnapartin er enn eitt skúladømi um, hvussu tjaksendingar verða lagdar til rættis í Kringvarpi Føroya: Tað ræður um at tryggja Tjóðveldisflokkinum fokus og atgongd til mikrofontíðina í heilum.

Sendingin snúði seg um menningarkvotur, og evnið var sera áhugavert. Inngangurin var langur og vit hoyrdu búskaparfrøðing siga, at menningarkvotur als ikki hava við sær nakra menning. 

- Framleiðslan av okkara tilfeingi gerst bara dýrari og menningarkvotur eru við til at avskepla fríu kappingina í privatu vinnuni.

- Menningarkvotur eru skaðiligar, tí tá verður arbeiðsmegi tikin frá teimum fyritøkum, sum klára seg væl til fyritøkur, sum hava menningarstuðul fyri neyðini, segði Herit Albinus, búskaparfrøðingur.

Herit Albinus legði afturat, at menningarkvoturnar eru serliga skaðiligar og vandamiklar, tí menningarkvotur verða latnar innan okkara høvuðsvinnu.

Stjórin fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag segði tað sama: - Menningarkvotur skapa ongan virðisvøkstur og eru við til at avlaga kappingina í privatu vinnuni.

Hvørgin av teimum kundi geva nakra forkláring uppá, hví føroyskir politikarar hava eitt so stórt ynski at standa fyri politiskari útlutan av kvotum. Tær høvdu heldur onga frágreiðing uppá, hví størsti parturin av menningarkvotunum júst eru givnar til økir, har valevni hjá Tjóðveldi hava havt ein sera aktivan leiklut í sambandi við reglurnar um menningarkvotur í løgtingslóg um umsiting av sjófeingi. 

Hvørki Herit Albinus ella Marita Rasmussen høvdu nakra forkláring uppá, um henda útlutanin av menningarkvotum til Vestmanna og Vágar kanska eisini hevði eitt dupult sikti, nevniliga, at seta formennirnar í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum skák mát, tí teirra økir hava fingið meginpartin av menningarkvotunum.

Hesin áhugaverdi inngangurin í seindingini tók einar 20 minuttir. Síðani var farið til tjakið. Við tjakborði vóru innbodnir Høgni Hoydal, Bárður Nielsen, Jørgen Niclasen, Bill Justinussen, meðan Poul Michelsen luttók við einum bandaðum innslagi.

Undir orðaskiftinum var tað stórt sæð bara Høgni Hoydal sum fekk orðið. Hann segði seg onkuntíð vera samdan við Jørgen, onkuntíð verða samdan við Bárður. Eisini vildi hann verða við, at løgtingið hevði álagt honum ivasom atlit í samband við býti av menningarkvotum. 

Høgni slapp undan at svara uppá, at hann sjálvur var uppskotsstillarin í løgtinginum, sum altso hevur samtykt hansara egna uppskot. Høgni segði seg annars verða ósamdan við búskaparfrøðini, men samstundis lovaði hann – á sama hátt sum hann longu hevur fráboðað við uppboðssøluni – fleiri nýggjar “tillagingar” av skipanini við menningarkvotum.

Kroystur uppí ein krók av sjónarmiðunum hjá búskaparfrøðingunum slapp Høgni Hoydal at svara, at nýskipanin nú staðfestur, at tilfeingið undir Føroyum er ogn føroya fólks. Hann slapp undan at svara, at henda regla bleiv sett inn í løgtingslógina um vinnuligan fiskikap longu í 1994, og sostatt als ikki er nakað uppfinnilsi hjá hesari samgonguni. 

Bárður og Jørgen sluppu nóg illa framat mikrofonini. Teir vóru konstant avbrotnir av Høgna og vertinum, men teir sluppu sjálvandi at siga, at teir ikki halda, at tey sum hava fingið menningarkvotur í teirra egna valdømi skulu missa hesar um 4 ár.

- Nú mugu hesir sleppa at royna seg, søgdu teir báðir í ein munn. 

Ein kundi næstan spurt seg sjálvan, um nakað annað svar kundi verið væntandi frá tveimum floksformonnum sum eru valdir í júst teimum økjum í landinum, sum hava fingið so at siga allar menningarkvoturnar – i hvussu so er omanfyri 2/3 av útlutaðu kvotunum.

Poul Michelsen kallaði skipanina við menningarkvotum fyri eitt “klútateppi” og at skipanin ikki innihelt nakað rættvísi yvirhøvur.

- Talan er um reinan planbúskap, segði Poul Michelsen.

Høgni slapp hóast hvøssu atfinningarnar at flúgva undir radaranum. Hann helt sín vanliga monolog fyri sær sjálvum, og eingin annar fekk ein fullan ella lidnan setning innførdan.

Tjakið millum luttakararnar vardi umleið 30 minuttir.

- Høgni fekk heilar 14 minuttir at tosa

- Bárður fekk bara 6 minuttir

- Jørgen uppaftur minni, nevniliga minutt

- Bill slapp næstan ikki upp í part. Hann fekk 4 minuttir av samlaðu senditíðini.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo