Hóskvøldið áðrenn Norðoyastevnu verður forvitnisligt tiltak á Klaksvíkar bókasavni.
Tá kemur rithøvundurin, Høgni Mohr, at greiða frá og svara spurningum um nógv róstu bókina, Fractura nasi (2017).
Høvi verður at síggja gentusúkkluna, sum høvundurin brúkti til ferðina gjøgnum Føroyar og sína egnu sál.
Tiltakið er alment og ókeypis. Bókasavnið bjóðar góðan drekkamunn.
Stað: Klaksvíkar bókasavn
Heiti: Fractura nasi
Tíð: Hóskvøldið 31. mai klokkan 19.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo