Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Um so er at Høgni Hoydal hevur eina aðra meining um tøl hjá einum reiðara, sum verða endurgivin á VP, har reiðarin setur sítt fulla navn undir, so er Høgni Hoydal vælkomin at koma við rætting.

VP virðir talu- og skrivifrælsi, eisini hjá reiðarum, og greinin sum er løgd út á VP í dag, hevur fult navn undir.

Greinina hevur Hanus Hansen, reiðari, skrivað.

Høgni Hoydal fanst í dag frá tingsins røðarapalli hvassliga at føroyskum miðlum, herundir eisini VP, at miðlarnir ikki eftirkanna tey tøl, sum reiðarar við fullum navni undir senda út.

Hvat meinar Høgni Hoydal við?

Meinar fiskiráðharrin, at um so er at tølini ikki eru somu tøl sum hansara tøl, at so skal greinin ikki leggjast út?

Vil Høgni Hoydal hava sensur, nakað tað sama sum løgmaður legði upp til í sendingini Pressan?

Tá ið lógin um sjófeingi byrjaði at taka skap, høvdu reiðarar eisini viðmerkingar til lógarkompleksið, og tað dámdi heldur ikki Høgna Hoydal, sum segði at reiðarar hóttu seg.

Eisini segði Høgni Hoydal í samrøðu við Kringvarpið, at nú fór hann at verða "meira aggressivur" og svara aftur.

Vit her á VP hava ikki merkt nakað til nakran sum helst aggressivitet frá fiskiráðharranum, tí her er ikki nógv tilfar komið frá hansara privatu hond. 

Tá ið Høgni Hoydal sat í andstøðu høvdu vit her á VP ta gleði at leggja minst eina drúgva grein út um vikuna í fleiri ár.

VP virðir talu- og skrivifrælsi, bæði hjá nevndum sum dulnevndum, og er Høgni Hoydal eisini hjartaliga vælkomin at senda tilfar til VP, sum skal verða lagt út í stundini.

Og uttan sensur!

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo