MEST: Fóðurflakin Muninn varð sleipaður av M/S Samson úr Íslandi til Føroya. Hetta var gjørt eftir at flakin var sokkin og illa farin.
Síðani flakin kom á MEST í fjør heyst er flakin tómdur fyri alla útgerð, høvuðsumvældur og settur í stand – so at hann er vorðin sum nýggjur.
MEST hevur staðið fyri umbygging, stálarbeiði og yvirflatuviðgerð, meðan GroAqua hevur staðið fyri tí fóðurtekniska partinum.
Bakkafrost hevur í dag yvirtikið flakan og hevur hann fingið navnið “Sýnisnes”.
Hetta er burðardygd í verkið – leingjan av livitíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo