Fólkaflokkurin: Undir orðaskiftinum og í miðlunum hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at málsøkið loftferðsla skal yvirtakast sum skjótast.
Í viðmerkingunum til ríkislógartilmælið framgongur, at tað ikki eru danir, men at tað er landsstýrið, ið hevur biðið danir um at broyta lógina.
Uppskotið snýr seg um flúgving við dronu, men eisini eru aðrar ásetingar, m.a.parkering við flogvøllin.
Tað tykist løgið, at landsstýrið ynskir, at parkering skal ásetast í danskari lóg.
Tá tað kemur til flúgving við dronu, hevur løgtingið ásett í grindalógini, at sýslumaðurin kann sambært grein 13,stk.2, lýsa eitt størri grindarakstrarøki, metir hann tað vera neyðugt.
Hetta er týðuligt prógv um, at loyvi og forboð fyri flúgving við dronu er ásett í løgtingslóg og er tí føroyskt málsøki.
Í uppkotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, verður tað donsk lóg og danskar kunngerðir, sum avgera flúgving við dronu og forboð fyri sama.
Í lógini stendur, at danski “Transportministeren kan efter forhandling med justitsministeren og forsvarsministeren fastsætte nærmere bestemmelser om flyvning” við dronum.
Landsstýrið sigur seg vilja yvirtaka málsøkið loftferðsla, men hetta er tað einasta, vit fáa. Eitt ynski frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at avreiða føroysk málsøki úr Føroyum til danskar myndugleikar.
Tí tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Jørgen Niclasen og Árni Skaale, minnilutin í Vinnunevndini.
*Álitið kann lesast her: https://www.logting.fo/documents/58719
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo