- Men nú stendur so upp til onnur at viðgera tað, og tað tosa vit opið um eisini við tey og har er støðan, segði formaðurin í Tjóðveldi í samrøðu við Jón Brian Hvidtfeldt fyrr í kvøld.
- Men tað, at mann ikki eingong kann standa saman um tað sum alt floksapparatið stendur aftanfyri, tað er jú slett ikki góðtakiligt.
Spurdur um Høgni Hoydal heldur, at Tjóðveldi er ein álítandi samgonguflokkur, svarar formaðurin:
- Eg haldi vit eru ein álítandi samgonguflokkur, men eg boði jú frá, tí eg haldi tað er eitt stórt problem, tá slíkt hendir, eisini fyri álitið millum flokkar og persónar í flokkum, sum jú er týðandi. Tað havi eg boðað frá og so mugu vit taka tað harfrá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo