Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Tað boðaði hann frá í D&V í kvøld.

- Tann 2. novembur 2024 verður eykafloksting í Tjóðveldi, og tá verður vald nýggj leiðsla í flokkinum, segði Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal undirstrikaði eisini, at hetta er ikki ein avgerð, hann hevur tikið nú so nógv leikar á, men hevur umhugsað hetta eina drúgva tíð.

Í løtuni er tað Sirið Stenberg, sum er forfólk í flokkinum.

Tjóðveldi hevur júst nú sent fráboðan út:

Eftir 24 ár sum formaður í Tjóðveldi hevur Høgni Hoydal gjørt av at leggja frá sær. Tingmanning og landsstýrismanning floksins fekk boðini fyri tveimum vikum síðani, og í dag er aðalstjórnin eisini kunnað á regluligum aðalstjórnarfundi. Aðalstjórnin hevur gjørt av at kalla inn til eykafloksting 2. november at velja nýtt forfólk.

- Eg havi kent tað sum ein stóran heiður at standa á odda fyri flokkinum í so nógv ár og fegnist um allan tann stuðul, ið Tjóðveldi og eg persónliga havi fingið. Men eg ásanni samstundis, at løtan er komin, at flokkurin fær eitt nýtt forfólk, sigur Høgni Hoydal.

Hóast Tjóðveldi nú skal hava nýtt forfólk, fer Høgni ikki burtur úr politikki. Hann heldur fram í sessinum, sum landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum og leggur dent á, at hann fer at halda fram við tí arbeiði, ið hann saman við samgonguni hevur sett í gongd.

 - Tað er eingin loyna, at dagurin í gjár hevur sett síni spor, og eg tí umhugsaði at útseta fundin við aðalstjórnina. Samstundis er hetta eisini eitt høvi til at fáa eina nýggja byrjan við nýggjari leiðslu, sigur Høgni Hoydal, og leggur afturat, at hann fer at gera sítt til at stuðla einum nýggjum forfólki í arbeiðinum føroyskum fullveldi at frama.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo