Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsamband Føroya: Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 23 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen (myndin) úr Sandavágs Talvfelag í gjár páskaaftan vann umdystin um FM-heitið í talvi móti 36 ára gamla Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag.

Teir báðir endaðu javnir fremst í landsliðsbólkinum í árligu FM-einstaklingakappingini, sum Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri á Skúlatrøð um páskirnar.

Fyri tólvtu ferð hesar hálvthundrað ferðirnar, at telvað hevur verið um FM-heitið í einstaklingstelving í nýggjari tíð, mátti umdystur til. Og tað bleiv av sonnum ein rættur glymur dans í høll.

Fyrst vórðu tvey kviktalv á skránni. 25 minuttir í part umframt nøkur sekund fyri hvønn fluttan leik. Høgni vann sannførandi fyrra talvið við hvíta fólkinum.

Í seinna talvinum spenti Martin seg út. Hann hevði Høgna í trongstøðu, fekk hann at hugsa leingi, so at hann eisini varð trýstur á klokkuni, og í uppbýtisskiftinum úr miðtalvi í endatalv, lá Martin brádliga oman á, og restin var teknikkur.

Dramatisk snartelving
Nú var 1-1, so farast mátti undir snarkapping. Tríggir minuttir hvør. Kovboytelving við lít. Høgni hevði hvítt í fyrsta talvinum. Brádliga misti Martin mann, men honum eydnaðist kortini at bíta saman tenn og stríðast av øllum alvi, og mín sann um hann ikki fekk talvið javnt kortini. Slíkt hendir bara í snartalvum.

Nú hevði Martin hvítt í seinna snartalvinum. Tað gjørdist eftir umstøðunum eitt frálíkt talv, áhugavert og spennandi og væl telvað, tá havt verður í huga, at báðir máttu flyta í skundi, tí at kalla eingin tíð var at umráða seg í.

Tað bylgdist livandi aftur og fram báðar vegir, eina løtu var líkt til, at Høgni hevði munin, so kom Martin afturíaftur og var kanska við yvirlutan, so fann Høgni aftur góðar leikir, brátt stóð hann við fyrimuninum aftur, ivaleyst avgerandi fyrimuni, men so togaði Martin seg aftur upp við hárrótunum, fann nøkur skák, sum fløktu støðuna so mikið, at eingin visti, hvønn veg alt vendi, brádliga kundi hann skáka hóttandi frífinnu av Høgna, at síggja til javnaðist støðan tá aftur til javnt endatalv, men nú høvdu báðir bara fá sekund eftir í part.

Martin leyp nú framav, helt seg fáa eina finnu aftrat, men hevði yvirsæð bøtandi frúgvaleik fyri síðsta skákinum, og tá var deyðin í durunum. Vit fingu tí ikki hitt ultimativa Armageddon-talvið, sum hesin umdysturin helst hevði uppiborð.

FM-umdystur 2021
Kvikkappingin
Høgni - Martin 1 - 1

Snarkappingin
Høgni - Martin 1½ - ½

Høgni Egilstoft Nielsen 2½
Martin Poulsen 1½

Føroyameistarar eftir aldamótið
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgaard, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgaard, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

Flest FM-heiti
Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar síðani 1938. Í fyrsta umfari varð telvað til 1956, so var íhald í nøkur ár, byrjað var ikki aftur fyrr enn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970. Síðani 1972 hevur verið telvað regluliga um FM á hvørjum ári um páskirnar.

Árið í ár var tí hitt hálvtrýssinstjúgunda í røðini í nýggjari tíð, at spælt hevur verið um FM-heitið í einstaklingstalvi.

Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.

Niðanfyri sæst hvørjir teir eru, sum hava vunnið meistaraheitið oftast.

J.P. Henriksen, HT 9 FM-sigrar (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Helgi Dam Ziska, HT 5 (2008, 2011, 2017, 2018, 2019)
Heini Olsen, KTF 5 (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Martin Poulsen, HT 4 (2003, 2004, 2006, 2009)
Jens Chr. Hansen, TT 4 (1979, 1981, 1982, 1985)
Tórarinn Evensen, HT 4 (1947, 1953, 1955, 1956)
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 3 (2014, 2020, 2021)
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3 (2012, 2015, 2016)
Torkil Nielsen, ST 3 (1988, 1986, 1988)
John Rødgaard, VT 3 (1998, 2001, 2007)
Luitjen Apol, HT 3 (1974, 1975, 1976)
Olav Andreasen, HT 3 (1940, 1941, 1943)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo