Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Reyða linjan: Vestmanna - Vágatunnilin. Grøna linjan: Leirvíkstunnilin - Søldarfjørður.

Sum vit síggja á myndini, so liggur Høgareyn uppi á uml. 280 m. hædd, og man verða eitt tað vandamiklasta strekkið at koyra á, á heyst- og vetrartíð.

Fleiri ynski eru um tunnlar kring landið, og vestmenningar trýsta nú hart á fyri at fáa sín, men eisini onnur pláss hava ynski um tunnil, millum annað ein undir Gøtueiði.

Hægsta punkt á grønu linjuni, Gøtueiði, liggur á uml 140 metrum (Høgareyn 280 m.), og er vegateinurin í hesi hædd uml. 200 - 300 m. Um vit taka somu hædd á reyðu linjuni, vestmannavegnum, so er vegateinurin her  heilar 7 kilometrar.

Eisini hevur verði ført fram, at tað er so bratt at koma upp um Gøtueiði, men sum hendan myndin vísir, so er akkurát líka bratt at koma niðan á Høgareyn, og heilar 4,4 km. mótbrekka úr Vestmanna, og uml. 7 km úr Leynum.
Brekkan niðan á Gøtueiði er "einans" 2 km.

Flest øllum okkum kunnugt, so er veðrið uppi í hæddunum, sum oftast nógv verri, longur upp ein kemur, og útfrá hesi myndini, so er einki at taka feil av, á hvørjari farleið man verða truplast at ferðast/koyra á, serliga um heysti og veturin.

So sjálvsagt skal tunnilin til Vestmanna og Válin, og tey yvir 1300 fólkini ið har búgva, gerðast fyrst.

Meir tilfar er at finna í FB bólkinum: "Ja til Vestmannatunnil", nú við yvir 1.000 limum.

Marner Joensen
Vestmanna

Reyða linjan: Vestmanna - Vágatunnilin. Grøna linjan: Leirvíkstunnilin - Søldarfjørður.

Sum vit síggja á myndini, so liggur Høgareyn uppi á uml. 280 m. hædd, og man verða eitt tað vandamiklasta strekkið at koyra á, á heyst- og vetrartíð.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo