Í morgin frískar hann sum frálíður vindin av útnyrðingi, turt og sólglottar og hitin um 7 stig.
Týsdagin lot til frískt lot av norði allan dagin, sólglottar og turt og hitin um seks stig.
Mikudagin verður ættin millum norðan og útnyrðing, eitt sindur frískari vindur, okkurt æli og hitin um 7 stig.
Hósdagin strúkur í vindi av landnyrðingi, ælaveður men eisini sólglottar, hitin um 6 stig.
Fríggjadagin kunnu vit rokna við vátaslettingi, lot til frískan vind av landnyrðingi, hitin 4-5 stig.
Næsta vikuskifti fer ættin sum frálíður niður í sunnan og landsynning, og tað verður lýggjari, upp í 10 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo