Hóast nógvar korona avlýsingar í hesum døgum, so sessast 8 av heimsins sterkastu telvarum við talvborðini í morgin í russiska býnum Jekaterinburg.
Býurin Jekaterinburg er fjórstørsti býur í Ruslandi og liggur í Ural økinum, á markinum millum Europa og Asia.
Fyri talváhugað er kandidatkappingin í Jekaterinburg ein stórhending innan telving og mong fylgja gongdini beinleiðis á alnótini.
Av teimum 8 luttakarunum hevur amerikanarin Fabiano Caruana hægsta styrkitalið. Caruana tapti í 2018 HM dystin móti Magnus Carlsen eftir umdyst.
Umframt Caruana eru tveir kinesarar, tríggir russarar, ein hollendari og ein fraklendingur við í kandidatkappingini.
Seinasta umfar í Jekaterinburg verður telvað 4. apríl.
Vinnarin skal seint í heyst møta norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen í dysti um HM-heitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo