Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Í hesum døgum fer sonevnda kandidattalvkappingin fram í spanska høvuðsstaðnum Madrid. Átta telva bókstaviliga um rættin at møta norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen, í einum dysti um HM heitið í talvi. 

Allir átta telvararnir møta hvørjum øðrum tvær ferðir. Kappingin er sostatt 14 umfør og í gjár varð 11. umfar telvað.

Alt bendir á, at russarin Nepo (Ian Nepomniachtchi) vinnur kappingina. Hann hevur heili 8 stig av 11 møguligum, kinverjin Ding Liren hevur 6½ og ameriknararnir Nakamura og Caruana hava 6 stig hvør.

Carlsen og Nepo dystaðust annars um HM heitið í nov/des í fjør í Dubai. Tá vann Carlsen greitt 7½-3½. Men alt bendir á at teir møtast aftur fyrst í komandi ári til nýggjan HM dyst.

Politikkur hevur annars sett dám á hesa talvkapping. Russarin Sergey Karjakin, sum mundi tikið HM heitið frá Magnus Carlsen í HM dysti 2016, hevði kvalifiserað seg til kandidatkappingina í Madrid. Men altjóða talvsamgongan FIDE hevur útihýst honum frá kappingini, tí Karjakin alment hevur vart Putin og innrásina í Ukraina.

Karjakin er annars føddur í Ukraina og umboðaði sítt heimland inntil 2009, tá hann valdi at gerast russiskur ríkisborgari. Karjakin var bert 12½ ára gamal, tá hann fekk heitið stjórmeistari í talvi. Hann er yngsti telvari ið hevur fingið sonevnda GM heitið í talvi.

Nepo hevur ikki somu politisku meiningar sum Karjakin. Nepo hevur alment funnist at krígnum í Ukraina og poilitikkinum hjá Putin. Í Madrid telvar Nepo ikki undir russiska flagginum, men luttekur undir merkinum hjá talvsamgonguni FIDE. Carlsen, Nepo og Karjakin eru allir føddir í 1990.

Við einans trimum umførum eftir er Nepo greiður favorittur at vinna kappingina.

Sum so mangur annar stórtelvari í heimssøguni er Nepo jødi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo