FSF: Klokkan fýra seinnapartin í dag byrjar setanin av HM-endaspælinum, sum fer fram á Luzniki Stadion í Moskva.
Pláss er fyri umleið 81.000 áskoðarum, og umframt eitt fullsett stadion, verður eisini mett, at einar tríggjar milliardir fólk fara at fylgja við setanini í sjónvarpi kring allan heimin.
Føroyar eru eisini umboðaðar í Russlandi í hesum døgum, og tá setanin fer fram, verður tað 12 ára gamli Daniel Ari Poulsen úr Havn, ið skal bera Merkið inn á stadion.
Saman við Annu Elisabeth Weyhe, ið eisini er úr Havn, hevur Daniel Ari Poulsen tikið lut í tiltakinum “Football for Friendship”. Tiltakið er fyri børn úr tilsamans 211 londum, har annar luttakarin hevur leiklutin sum fótbóltsspælari, meðan hin hevur leiklutin sum fjølmiðlafólk. “Football for Friendship” endar við, at allir luttakararnir hyggja eftir fyrsta dystinum í HM-endaspælinum millum Russland og Saudiarabia.
- Hetta hava verið nakrir hendingaríkir dagar, og nógv spennandi hevur verið á skránni. Men tað hevur eisini verið strævið. Vit eru farin tíðliga upp og seint í song hvønn dag, men heilt sikkurt eitt ógloymandi upplivilsi, sigur Andrass Thomsen, ið vegna Føroyar er samskipari av tiltakinum “Football for Friendship”, við heimasíðuna hjá FSF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo