Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Uppsjóvarfiskiskapur á føroyaleiðini og hjáveiða

Spurningar:
1. Hvørji fisksløg verða fiskað sum hjáveiða av uppsjóvarflotanum, og hvussu stórar nøgdir verður mett, at talan er um?

2. Er nakað regluligt veiðieftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum?

3. Hvørja ætlan hevur landsstýrismaðurin at gera skrásetingar av hjáveiði hjá uppsjóvarflotanum?

Viðmerkingar:
Tað er týdningarmikið, at opinleiki er um, hvussu nógv og hvørji fiskasløg verða fiskað - her verður hugsað um málið at skipa burðardygga veiði. Bæði fyri myndugleikanna eftirlit og sum upplýsandi tilfar um onnur fiskasløg og súgdjór, sum møguligt er at veiða við støði í hesum upplýsingum og vitan.

Í hesum sambandi er áhugavert at vita meira, hvussu stóra hjáveiðu okkara uppsjóvarskip fáa av fiskasløgum og súgdjórum, men sum ikki sæst í tí uppgivna og ikki kemur við í hagtølini frá Havstovuni og Hagstovuni.

Av fiskasløgum er áhugavert at nevna laks og tunfisk, sum oftast hoyrist um. Serliga tunfiskur er sera áhugaverdur at vita meira um; her er vinnuvegur møguligur part av árinum.

Eisini hoyrist um hjáveiði, bæði av bóghvítuhvali, sildreka, grindahvali, springarum og onkran finnhvali eisini.

Hesar upplýsingar og vitan eiga at koma fram; ikki fyri at revsa nakran ella gera ónáðir, men meira til kunnleika og vísindi.

Her verður ikki bara hugsað um, hvat føroysku skipini skulu geva upp, men so sanniliga eisini russar, norðmenn, íslendingar, bretar og EU-borgarar og onnur.

Politiskt er tað týdningarmikið, at okkara náttúruríkidømi verður umsitið so burðardygt sum gjørligt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 7. mars 2024
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo