Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hjartafelagið skipar fyri gongutúri fyri hjartasjúklingar við maka niðri við Vatn í Vágum í vikuskiftinum. Leygardagin 9. juni kl. 15.00 verður farið til gongu úr Miðvági oman á Vatn við ferðaleiðara.

Endamálið við túrinum er at geva hjartasjúklingum og makum eitt høvi til at hittast og tosa við onnur í somu støðu, samstundis sum ein rørir seg, fær fríska luft og kann njóta vøkru náttúruna.

Hjartasjúklingar hava tørv á at tosa við onnur í somu støðu, og avvarðandi fáa somuleiðis nógv burturúr at tosa við onnur avvarðandi.

- Vit hava roynt hetta áður, og tað vísir seg at vera ein sera góð samanseting at ganga úti í náttúruni og samstundis fáa virðismikið prát við onnur um felags upplivingar og avbjóðingar, sigur Eyðna Joensen, forkvinna í Hjartafelagnum.

Til ber at lesa meira um túrin á heimasíðuni www.hjartafelag.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo