Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

NÁM: Undir heitinum Hjartabørn í Kenja hava Niels Jóhan Sigurðsson og Rakul Ró Steintórsdóttir vitjað ein kenjanska skúla, sum er knýttur at felagsskapinum Mirjam.

Við sær høvdu tey myndatól, sum Niels Jóhan hevði undir hond, meðan Rakul Ró sigur frá og lesur tekstin frá ferðini.

Filmurin, sum varir 40 minuttir, byggir á heimildir frá fólkum tey møttu. Tey eru føroyingar, íslendingar og afrikanarar, og málini vit hoyra, eru føroyskt og enskt.

Úr filminum hava ritstjórar í Námi gjørt temasíðu, sum sæst á Snar, og er ætlað at brúka í hádeild í lærugreinunum landalæra, søgu, enskum og kristni.

Hilda Viderø stendur fyri Mirjam felagsskapinum. Í filminum hoyra vit hana siga, at tað er sum at vinna í lottarínum, sleppur tú í skúla í Afrika.

Temasíðan leggur upp til at næmingar arbeiða við Heimsmálunum hjá ST og skifta orð um týdningin av skúlagongd, rættin til bústað og javnstøðu millum kyni.

Síðan sæst her: https://snar.fo/filmur/hjartaborn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo