- Tað er lívsneyðugt fyri meg at úttrykkja meg við list og tónleiki. Tað er mín máti at liva og yvirliva uppá, sigur Øssur Johannesen.
Hann hevur arbeitt við list í meira enn 30 ár, og í hesum sambandi er bók komin út við hansara lívsverki. Listabókin um Øssur Johannesen er á tremur við provokerandi list. Í bókini eru myndir av tekningum, málningum og grafikki frá 1984 og fram til í dag, og viðhvørt er tað sum at fáa nevan beint frammaná.
Bókin er 200 síður og kemur út fyrsta dagin.
Hoyr alla samrøðuna við Øssur Johannesen - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo