Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Icelandic Red Cross

Mynd: Icelandic Red Cross

Mynd: Icelandic Red Cross

Reyði Krossur Føroya: Íslendski Reyði Krossur hevur stovnað eina bráðfeingis innsavning til tess at hjálpa teimum, sum eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík.

Síðani íbúgvar í Grindavík vórðu fluttir úr býnum, hevur Íslendski Reyði Krossur hjálpt eitt nú við bráðfeingisskjóli, fyribils leigubústaði, sálarligum stuðli og peningaligum stuðli til tey, ið hava ilt við at gjalda eyka leiguna, ella ikki fingu klæðir, mat og annað neyðugt við sær, tá tey vórðu flutt úr Grindavík.

Hvussu kanst tú hjálpa?
Vilt tú at stuðla humanitera arbeiðinum hjá Íslendska Reyða Krossi ert tú vælkomin at flyta okkum eina upphædd á konto hjá Reyða Krossi og viðmerkja “Ísland”. Bæði fólk og fyritøkur eru hjartaliga vælkomin at lata stuðul. Sí bankaupplýsingar her: https://redcross.fo/studla/

Ella tú kanst skipa fyri tíni egnu innsavning. Á heimasíðu okkara ber til at lesa um góð ráð og hugskot, um tú vilt seta tína egnu innsavning í gongd, sí her: https://redcross.fo/egin-innsavning/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo