- Tað er ein grúuligur ágangur at fáa hjálp til alt hetta ymiska, men vit meta í samgonguni, at tað mest átróðkandi í løtuni, tá ið hugsað verður um feløg, er at festivalar og timburhandlar fáa fyrst hjálp, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, tá ið spurt verður um, hvørji feløg fara at fáa úr Hjálparpakka II.
Jørgen Niclasen veit ikki, nær uppskotið um hjálparpakka tvey verður lagt fyri tingið, um tað verður fríggjadagin ella leygardagin, men ein listi yvir feløgini, sum fara at fáa hjálp, er lagdur út á heimasíðuna hjá Fíggjarmálaráðnum, sum vísur, hvørji øki úti í samfelagnum hava størst tørv á hjálp.
- Tey feløg, sum liggja ovast á listanum, eru tey, sum hava størst tørv, og har liggja festivalarnir sum nummar eitt og timburhandlar sum nummar tvey, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo