Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg stilli ikki upp, men nú hevði eg ynskt, at eg hevði stillað upp! Eg hevði arbeitt fyri øllum hjálparfólkum, sum so at siga ikki eru nevnd eina einastu ferð seinastu tíðina við einum orði! Tað eru bara pedagogar og onnur "bleyt", sum verða nevnd. Einki ringt um, at hesi verða nevnd, tí tey eiga øll at fáa hægri løn, men tað slepst ikki undan, at tað eru vit hjálparfólk, sum enn gera 2/3 av øllum arbeiðnum á bú- og dagstovnaøkinum!

Vit eru ikki eingang nevnd í Dagstovnalógini. Nei, tað eru bara pedagogar, sum skulu ansa og eru før fyri at ansa børnunum! Hvat gera vit hjálparfólk? Vit sum eru 2/3 av arbeiðsmegini? Hví eru vit gloymd? Eg havi hug at rópa: Halló - vit eru her, vit arbeiða og gera arbeiðið fyri allar teir pedagogarnar, sum mangla! Vit kunnu ikki gera við, at fólk ikki søkja inn á námsfrøðiskúlan.

Øll mugu gera sær klárt, at tað fara ongantíð øll hjálpafólk á skúla, hvørki til námsfrøðihjálpara ella til námsfrøðing! Tað eru ymiskar orsøkir til tað: Tað eru ung fólk, sum koma úr skúlanum, sum vit hava brúk fyri, teimum, sum orka at renna á vøllinum, í høllini hvønn dag og at svimja fleiri ferðir um vikuna. Hesi ungu fáa møguleika at nema sær vitan um námsfrøðina, og so vónandi fara frá okkum á námsfrøðiskúla. Men tað eru eisini tey, sum fara víðari.

Tað eru nógv fólk við øðrum útbúgvingum enn námsfrøði, sum arbeiða á stovnum. Eg havi eisini eina útbúgving, sum eg sera ofta geri brúk av á mínum arbeiðsplássi. Øll hesi hava nógvar royndir frá arbeiðslívinum og lívinum annars. Nógv eru mammur, pápar, ommur og abbar. Skulu hesi ikki duga at ansa børnum? Tað er sanniliga brúk fyri hesum eisini, og tað vil tað altíð vera! Men hægri løn? Nei, tað sýnist ikki, at hesi (vit) skulu hava ella hava uppiborið hægri løn. Tað verður í hvussu so er ikki nevnt hægri løn til hjálparfólk við einum orði! Tað er ikki í ordan!

Um tað er tørvur á at fáa øll hesi fantastisku hjálparfólkini (2/3 av arbeiðmegini) betri skúlað, so gev okkum viðkomandi skeið og gev okkum eina viðbót fyri tað eyka arbeiðið, vit gera hvønn dag. Arbeiði, sum ein pedagogur annars átti at gjørt. Vit hava lært og nógv okkara hava ikki hug at fara á skúlabonk aftur, tí nógv okkara meta okkum at duga tað arbeiði vit gera hvønn einasta dag fyri sera lága løn (undirløn)

Mítt hjarta brennur fyri hjálparfólkum og okkara rættindum. Sum nú er, so hava vit eingi rættindi, í hvussu so er ikki rættindi VIT hava vunnið okkum - og heldur ikki rættindi, sum eru nóg góð til okkum. Hví skulu vit hjálparfólk ikki samráðast um OKKARA sáttmála? Eru tað ikki vit, sum best vita, hvat vit hava brúk fyri? Eingin annar fakbólkur hevur latið annan bólk samráðst fyri seg.

Vit eru hjálparfólk og fyri alla tíð verður tað brúk fyri okkum! Tað eru BARA vit sum vita, hvat vit ynskja og hava brúk fyri, fyri at vit kunnu trívast á arbeiðsmarknaðinum. Men bara við at vit standa saman um okkara fakfelag, kunnu vit vinna hesi rættindi.

Hvat siga tit? Skulu vit hjálparfólk standa saman um okkara sáttmála, so vit kunnu fáa tað, vit hava uppiborið. Vit ynskja at definera, hvat er pedagogarbeiði og hvat er hjálparfólkaarbeiði. Sum nú er, so gera vit nógv arbeiði, sum er at rokna sum pedagogarbeiði. So sum at hava ábyrgd av børnum, sum hava “serligan” tørv, skriva til avvarandi mynduleikar o.a

Um eingin pedagogur er á arbeiðsplássinum, ja, so eru tað heilt víst vit hjálparfólk, sum gera námsfrøðiliga arbeiðið, í hvussu so er sambært Dagstovnalógini, sum sigur, at:

“Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi.”

So her er einki at ivast í. Vit hjálparfólk gera námsfrøðiligt arbeiði hvønn dag og vit eiga at fáa fyri tað námsfrøðiliga arbeiðið, vit gera! Eg fari ongantíð at siga, at vit eiga at fáa tað sama í løn, sum námsfrøðinar, men vit eiga at fáa eina viðbót, tá eingin námsfrøðingur er at gera tað námsfrøðiliga arbeiðið.

Alla mína tíð sum hjálparfólk havi eg fingið at vita frá pedagogum, at Pedagogfelagið er fyri prdagogar, og at vit skuldu fingið okkum eitt felag fyri okkum sjálvi. Eg eri samd við pedagogunum og skilji væl, at tey ynskja at hava Pedagogfelagið fyri seg og royna at samráðast til eina so góða løn sum gjørligt. Tað eiga tey at gera!

Vit hjálparfólk eiga eisini at fáa rættin at samráðast um okkara løn og rættindi. Vit eru 2/3 av allari arbeiðsmegini á bú- og dagstovnaøkinum, vit skulu nokk klára okkum, tað hava vit altíð gjørt!

Til síðst, ein áheitan til tykkum, sum eru uppstillað til løgtingið:

Tað eru nógvar góðar hjálparfólkaatkvøður at fáa við at viðurkenna okkum sum sera virðismikla arbeiðsmegi - ja, 2/3 av arbeiðsmegini á bú- og dagstovnaøkinum - og at eisini vit eiga at fáa betri sømdir, hægri løn og virðing.

Vit eru her, enn!

Hevði eg havt stillað upp, so hevði eg endað við at skriva:

Vel hjálparfólk!

Vel hægri løn!

Vel "dygdarmenning"!

Vel meg!

Laila Rólantsson,
skrivari í Hjálparfólkafelagnum og hjálparfólk við pedagogiskari ábyrgd!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo