Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Samanbrestir ímillum vápnaðar bólkar, yvirflóð og trupul atkomuviðurskifti gera tí longu sváru humaniteru støðuna í Myanmar enn verri.

Fleiri enn 2 mió. menniskjur eru rikin frá húsi og heimi. Umleið 40% av teimum eru børn, sum nú noyðast at búgva í yvirfyltum legum, í frumskóginum ella í øðrum improviseraðum skjólum.

Heimleysar familjur liva undir sera ótryggum viðurskiftum og stríðast fyri at fáa mest grundleggjandi tørvir á reinum vatni, mati, heilsu- og reinførisviðurskiftum, nøktaðar.

Hendan støðuga strongdin og óttin hava ógvusligar fylgjur við sær, bæði fyri kropp og sinn, og serliga er sálarheilsan hjá børnum og ungum í vanda.

Hóast trygdar- og atkomuavbjóðingar, hjálpir Reyði Krossur í Myanmar fleiri hundraðtúsund útsettum børnum og familjum.

Reyði Krossur Føroya hevur nú, við stuðli frá Føroya Landsstýri, latið 500.000 kr. til at styrkja arbeiðið at betra um sálarheilsuna hjá neyðstøddum í Myanmar. Serliga fara pengarnir til at styrkja førleikarnar hjá Reyða Krossi í Myanmar at veita sálarliga fyrstuhjálp til børn og ung, umframt at seta á stovn barnavinarlig rúm (child-friendly safe spaces) í neyðstøðum.

Reyði Krossur í Myanmar arbeiðir eisini við at fáa barnavinarlig rúm í lag til heimleysar familjurnar í illa atkomuligum økjum. Har fara sjálvboðin at skipa fyri ymsum frítíðarvirksemi til ymsar aldursbólkar – tað verða stuttlig og mennandi frítíðarítriv, eitt nú ítróttur, spøl, list, handverk, eins væl og virksemi, sum stuðlar undir sjálvbjargni og lívsførleikum hjá børnunum.

Støðan í landinum hevur verið alsamt versnandi seinastu vikurnar, og Reyði Krossur í Myanmar fegnast um stuðulin úr Føroyum, sum tey siga hjálpir teimum í arbeiðinum “at tryggja framtíðina fyri børnini í Myanmar”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo