Ein av størstu og elstu heilsølunum í landinum, partafelagið Poul Hansen við heimstaði í Havn, hevði minni úrslit í fjør enn árið frammanundan. Og tað hóast sølan vaks.
Nettosølan vaks úr 337 mió kr í 2020 til 348 mió kr í fjør, altso við nærum 11 mió kr. Men úrslitið eftir skatt minkaði úr 8,9 mió kr í 2020 til 7,6 mió kr í fjør, ella við stívliga einari millión kr.
Í roknskapinum sæst eisini, at ógvusligi prísvøksturin á matvørum, sum tey flestu munnu hava givið sær far um, hevur sett síni spor hjá heilsølunum, sum bert í ávísan mun hava megnað at koyra hesar meirútreiðslurnar víðari út til endabrúkaran. Soleiðis vuksu framleiðslukostnaðirnir úr 296 mió kr í 2020 til 308 mió kr í fjør.
Leiðslan er ikki nøgd. Í frágreiðingini verður tó sagt, at úrslitið fyri árið í ár verður heldur frægari.
Fíggjarstøðan javnvigar við 316 mió kr, eginognin er 244 mió kr.
Høgni Hansen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo