Fleiri fólk eru særd og materielli skaðin er stórur í ísraelska býnum Tel Aviv, eftir at islamiski yvirgangsfelagsskapurin Hizbollah í dag skeyt yvir 250 rakettir og dronur móti málum har norðuri og mitt í Ísrael. Tað skrivar Times of Israel.
Álopið kemur eftir, at Ísrael í gjár leyp á libanska høvuðsstaðin Beirut, tá lógu 29 fólk eftirá. Hizbollah hevur forskansað seg í Beirut og aðrastaðni í Libanon, hagani yvirgangsfelagsskapurin fremur álop á Ísrael.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo